Ósemjur órógva samráðingarnar

Tað verður ikki við mær sum formanni í tingbólkinum, at man selir tað seinasta av Javnaðarflokkinum, sigur John Johannesen Samráðingarnar millum samgongu og Sjálvsstýrisflokkin sum endaðu klokkan eitt í nátt, ganga eftir øllum at døma ikki sum eftir ánni.

Formaðurin í tingbólki javnaðarfloksins hóttir í morgun við at leggja frá sær. ? Tað verður ikki við mær sum formanni í tingbólkinum, at man selir tað seinasta av Javnaðarflokkinum, sigur John Johannesen.

Sambært John Johannesen vilja landsstýrisfólkini í flokkinum selja flokkin og ommu sína fyri taburettirnar.

Hann vil ikki koma nærri inn á, hvat ítøkiliga liggur í hesum útsagnum. Men útmeldingarnar benda á, at stór innanhýsis ósemja er í Javnaðarflokkinum um, hvussu man skal takla støðuna, nú Sjálvstýrisflokkurin er við at gerast samstarvsflokkur hjá samgonguni.

Tað hevur tó leingi verið greitt, at býtið av nevndarsessum fór ikki at vera lætt, tí frammanundan hevur verið greitt, at Tjóveldi eisini hevur umhugsað at umskipa manningina í sínum nevndarsessum.

Samráðingarnar vera tiknar uppaftur í dag kl. 13.30