Sendistovan í Reykjavík er stig rætta vegin

Uttan mun til nógvu royndirnar hjá Høgni Hoydal at fáa málið um Sendistovu Føroya í Reykjavík at venda negativt, so skal tað ikki eydnast honum. Hann má gjarna leggja mín persón undir bæði líkt og ólíkt í samband við hetta mál, og hann má gjarna fremja fleiri karaktermorð á meg á vegnum, men søgan um sendistovuna í Íslandi verður verandi ein góð søga. At siga og halda nakað annað er beinleiðis óseriøst

Jóannes Eidesgaard, løgmaður

Boðskapurin um, at landsstýrið nú fer at seta føroyskan sendimann í Reykjavík verður væl móttikin allastaðni. Hóast tað, so hevur Høgni Hoydal ótroyttiliga roynt at sáa iva um alt málið, men serliga um mín leiklut í málinum. Men tað fer nú ikki at eydnast honum, tí øll, sum bert hava fylgt eitt sindur við gongdini í málinum vita, at í hesum málinum stóðu vit fyri einaferð skyld øksl móti øksl. 32 atkvøddu fyri hvørki meira ella minni.

Hvat segði Løgtingið?
Tá málið fór í Fíggjarnevndina í samband við, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2007 var til viðgerðar, legði eg ein tekst við, sum var soljóðandi:

”Í sambandi við, at Hoyvíkssáttmálin er komin í gildi, eru vit nú komin til, at tað er av stórum týdningi, at føroysk sendistova verður sett á stovn í Íslandi, sum kann hjálpa føroyska vinnulívinum og føroysku almennu skipanini á staðnum. Tískil hevur Landsstýrið avgjørt at seta eitt sendiumboð við somu tign, sum okkara sendimenn í Brússel og London, í Íslandi. Sendiumboðið verður partur av donsku attachéskipanini og fær innivist á donsku sendistovuni í Reykjavík.”

Í hesum teksti skal lesarin leggja til merkis tvær orðingar. Onnur er, at sendiumboðið skal hava somu tign sum okkara sendimenn í Brússels og í London. Hin er, at sendiumboðið fær innivist á donsku sendistovuni í Reykjavík.
Henda tekst tók meirilutin í fíggjarnevndini orðarætt til sín. Tað væntaði eg sjálvandi, tí vit eru jú í samgongu. Men eisini minnilutin (Páll á Reynatúgvu, Karsten Hansen og Kári P. Højgaard) tók orðarætt hesar orðingar við í teirra parti av álitinum. Og tað var eg sjálvandi rættiliga væl nøgdur við.
Tá ið henda orðing sum partur av uppskotinum um at játta pening til sendistovuna kom til atkvøðugreiðslu, atkvøddi eitt samt ting fyri uppskotinum. Og í hesum samda tingi sat eisini Høgni Hoydal, sum sostatt hevur tikið undir við orðingini um somu tign og orðingini um innivist á donsku sendistovuni.

Hvat merkir tign/hvat merkir innivist?
Sendiumboðið skal hava somu tign sum sendimenninir í London og Brússels. Tað merkir, at sendiumboðið fær diplomatstatus við teimum rættindum, sum tað gevur. Hetta hevur týdning, skal full nytta fáast av hesi íløgu.
Men fyri at fáa hesa tign ella diplomatstatus mugu vit formliga vera knýtt at donsku sendistovuni, tí við ríkisrættarligu støðu okkara, er tað danska uttanríkistænastan, sum borgar fyri hesari tign. Øll slík viðurskifti eru skipað sambært sonevnda Wiener-sáttmálanum, ið einans fevnir um sjálvstøðug lond.
So skulu vit liva upp til samtyktina hjá einmælta Løgtinginum, mugu vit í eitt formligt samstarv danir. Hetta verður eisini gjørt.
Viðvíkjandi innivistinum, so vildi Høgni Hoydal eisini, at føroyska sendistovan skuldi hava innivist á donsku sendistovuni. Og Høgni Hoydal var jú ikki vanur við annað. Í hansara tíð sum varaløgmaður setti landsstýrið sendistovuna í London á stovn, sum bókstaviliga fór og framvegis er undir veingjabreiðinum hjá donsku sendistovuni. Tær eru undir somu lon. Tað er eisini galdandi sendistovuna í Brússels.
Men við Fámjinsskjalinum fingu vit møguleika at húsast í øðrum hølum enn verandi danska sendistovan. Og henda møguleika ætli eg at nýta, hóast eg kanska á ein hátt gangi ímóti orðingini um innivist á donsku sendistovuni. Eg vænti tó ikki, at samgongan revsar meg fyri tað. Skuldi undrað meg, um ikki Høgni Hoydal hóast alt stuðlar mær í tí.
At vit fara fyri okkum sjálvi merkir tó ikki, at vit ikki framvegis eru formliga knýtt at donsku sendistovuna. Sambært Wienersáttmálanum og sambært Fámjinsskjalinum, so skal danska flaggið og skjaldrarmerkið geva til kennar, at tað formliga er danska ríkið. Men tað gera vit eisini í London og í Brússels. Men samstundis so flagga vit sjálvandi við Merkinum, og føroyski veðrurin kemur at hanga á húsavegginum.
Latið okkum nú heldur gleðast um enn eitt týdningarmikið uttanríkispolitiskt stig, heldur enn at niðurgera eitthvørt framtak.