Sentrali miðvøllurin hevur verið burtur

Fyrireikingarnar hjá Kurt Mørkøre og hansara monnum hava verið órógvaðar undan vitjanini av KÍ, sum frá í fjør hevur góð hagtøl at minnast aftur á móti B36 í Gundadali

B36 hevur bara fokus á landskappingini og meistaraheitinum. Møguleikin at endurvinna løgmanssteypið hvarv í fyrstu royndini, sum var ímóti AB í Gundadali. Tað var stórt vónbrot, og tað verður ógvuliga herkin bitið hjá teimum í árstalsfelagnum, um tað ikki á heimavølli eydnast at fáa øll stigini ímóti KÍ. Síðani steypadystin hevur B36 fingið størri tyngd í álopið, nú Sylla er komin aftur til landið.
Uppgerðin er merkisverd, tí Kurt Mørkøre, sum hevur ógvuliga stóra fótbóltstign í Klaksvík og barndómsfelagnum, nú er venjari hjá B36. Saman við honum eru fleiri, ið hava havt nógv við KÍ at gera. Hjálparvenjarin, D. J. Joensen, var hjálparvenjari hjá Tony Paris og KÍ í fjør, og millum B36 spælararnir eru Jákup Mikkelsen, Ovi Nysted og Allan Mørkøre, sum allir eru uppaldir í KÍ.
B36 fyrireikingarnar hava seinastu tíggju dagarnar verið merktar av, at sentralu miðvallararnir ikki hava luttikið í venjingunum. Talan er um Mikkjal Thomassen og Fróða Benjaminsen, sum hava verið upptiknir av landsliðnum. Teir komu aftur til landið seint í gjárkvøldið.
Í Klaksvík bíða teir framvegis eftir rættuliga at sleppa at royna seg. Steypadysturin í Gøtu er útsettur til flaggdagin.
Burtursæð frá málverjanum, Meinhardi Joensen, sum hevur verið í Georgia, hava allir hinir vant saman. Undantakið er Kareem Smith, útlendski verjuspælarin, sum í einar tríggjar vikur hevur verið darvaður av lærskaða.
KÍ var tvær ferðir í Gundadali og spældi ímóti B36 í fjør, og hagtølini frá teimum báðum uppgerðunum eiga at geva klaksvíkingunum í KÍ gott mót. Fyrru ferðina var úrslitið 1-1, og í seinna førinum smurdi KÍ B36 av 5-1.