Sera lítil gróður á Land­grunn­i­num vek­ir stúr­an fyri fiski – og fugli

Gróðurin á Landgrunninum hevur verið óvanliga lítil í vár, og tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri bæði fisk og sjófugl komandi veturin.

Sambært Havstovuni kann óvanliga lítli gróðurin á Landgrunninum fáa álvarsligar avleiðingar fyri bæði fisk og sjófugl komandi veturin

 

 

Tað skrivar Havstovan í einari nýggjari frágreiðing.

 

Gróðurin er fyrsta liðið í føðiketuni í havinum. Hann er føði hjá djóraæti, sum aftur er føði hjá fiskalarvum og yngli. Tá lítið er av gróðri, verður eisini minni av føði hjá fiski – og harvið eisini hjá sjófugli.

 

Havstovan vísir á, at kanningar í ár staðfesta sera lítið av yngli á Landgrunninum. Tað snýr seg ikki bara um tosk, men eisini um hvítingsbróður og nebbasild, sum eru týdningarmikil føði hjá bæði botnfiski og sjófugli.

 

– Ein kann vænta, at føðiviðurskiftini á Landgrunninum verða ring næsta vetur, tí tað er so lítið av yngli. Tað elvir til stúran, hevur fiskifrøðingurin Helga Bára Vang Mohr áður sagt við Kringvarpið.

 

Sambært Havstovuni var gróðurin á Føroyabanka hinvegin nógv betri. Har vóru nøgdirnar av plantuæti tvær til tríggjar ferðir størri enn á Landgrunninum, og tað sæst aftur í metstórum nøgdum av toska- og hýsuyngli. 

 

Hóast góðu úrslitini á Bankanum, kann tað ikki viga upp ímóti støðuni undir Føroyum. Toskastovnurin á Landgrunninum er nógv størri, og fiskastovnarnir á Bankanum og Landgrunninum eru í høvuðsheitum atskildir.

 

Sambært Havstovuni kann óvanliga lítli gróðurin á Landgrunninum fáa álvarsligar avleiðingar fyri bæði fisk og sjófugl komandi veturin