Á kongressini (aðalfundinum) hjá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA boðaði núverandi FIFA-forsetin, sveisiski-italski, Gianni Infantino, at hann ætlar at taka enn eitt skeið sum FIFA-forseti.
Ætlanin var, at tað skuldi gerast uttan eitt mótvalevnið, men nú ljóðar, at soleiðis verður ikki.
Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA er sera misnøgd við ymisk viðurskifti. Misnøgdin kulmineraði, tá tað frættist, at ameriski forsetin, Donald Trump hevði ringt til Infantino fyri at fáa hann at strika leikbannið ameriski áleyparin, Folarin Balogun hevði í HM-áttandapartsfinaluni móti Belgia.
TalkSport skrivar, at UEFA-forsetin, Aleksander Ceferin fer at gerast kandidaturin hjá UEFA, men tað vil Aleksander Ceferin ikki sjálvur vátta. Annað evropeiskt valevnið, ið verður nevnt er Dariusz Mioduski, ið eigur pólska stórfelagið, Legia Warszawa.
Forsetin fyri norður og millumamerikonsku fótbóltssamgonguna, CONCACAF, Victor Montagliani og forsetin fyri afrikonsku fótbóltssamgonguna, CAF, Patrice Motsepe hava eisini verið nevndir sum møguligir kandidatar. Men júst teir báðir eru hart fyri, at HM-endaspælið verður víðkað til 64 landslið, og tí ivast TalkSport í um teir kanska heldur eru nøgdir við at lata Infantino halda fram, tá Infantino arbeiðir við at víðka HM til 64 landslið.
Freistin at stilla mótvalevni upp til eitt møguligt stríðsval um FIFA-forsetasessin er 18. november, so nógv kann henda til ta tíð.
Gianni Infantino hevur verið FIFA-forseti síðani 26. februar í 2026.
Gianni Infantino tosar sjey tungumál. Hon tosar sveisisku tungumálini, týskt, franskt og italskt. Eisini tosar hann enskt, portugisiskt, spanskt og arabiskt.











