Føroyska landsliðið fær ikki bert mótstøðu frá einari av fremstu hondbóltstjóðum í kvøld. Mótstøðuleikararnir eru royndar og væl eldri enn føroyingarnir.Elsti leikarin á pólska liðnum er Kinga Gzrib, ið er 37 ára gomul. Yngsti leiki hjá Póllandi eitur Patrycja Swierzewska, ið er 23 ára gomul. Miðalaldurin hjá Póllandi er á leið 27,6 ár.
Hjá føroyingum er elsti leikarin, Durita Christophersen Jojic, ið er blivin 34 ára gomul. Yngsti leikarin er Lív S. Poulsen, ið er 17 ár, átta mánaðir og 28 dagar.
Les eisini: Durita ivasom: Økslin argar
Fýra av leikarunum úr føroyska hópinum spældu eisini U19-kapping í Litava í summar. Tær eru Súna Krossteig Hansen, Marita Mortensen, Maria H. Weyhe og Lív S. Poulsen
Sí hóparnar og aldur hjá bæði føroyska og pólska liðnum niðanfyri myndina
##med2##
Føroyar
1 Annika Fríðheim Petersen 20 ár
2 Siw Matras Larsen 21 ár
3 Fríða á Dunga 19 ár
5 Súna Krossteig Hansen 19 ár
6 Marita Mortensen 18 ár
8 Kristianna Henneberg Joensen 22 ár
9 Halla Skylv Midjord 30 ár
10 Durita Jojic Christophersen 34 ár
11 Turið Arge Samuelsen 24 ár
12 Margit Weihe Fríðmundsdóttir 20 ár
14 Durita Toftum Joensen 20 ár
17 Maria Halsdóttir Weyhe 18 ár
18 Pernille Brandenburg 22 ár
19 Marianna Geirsdóttir Eystberg 21 ár
23 Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 17 ár
24 Guðrið Bogadóttir á Borg 21 ár
Í miðal 21,6 ár
Venjari: Ágúst Jóhansson
##med3##
Pólland
7 Aneta Labuda 24 ár
8 Monika Kobylinska 24 ár
11 Kinga Grzyb 37 ár
12 Weronika Gawlik 32 ár
13 Sylwia Matuszczyk 27 ár
14 Karolina Kudlacz-Gloc 34 ár
15 Katarzyna Janiszewska 24 ár
16 Adrianna Placzek 25 ár
18 Aleksandra Zych 26 ár
20 Joanna Drabik 25 ár
23 Marta Gega 33 ár
49 Karolina Kochaniak 24 ár
66 Joanna Szarawega 25 ár
77 Patrycja Swierzewska 23 ár
89 Kinga Achruk 30 ár
90 Bogna Sobiech 29 ár
Í miðal 27,6 ár
Venjari: Arne Senstad