Sera stórur áhugi fyri bókini "Ross og fólk"

Seinnapartin í gjár var bókaframløga fyri nýggju bókini eftir Una Arge, Ross & fólk. 

Framløgan var í felagshúsinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali. Hetta var hóskandi karmur, tí bókin snýr seg um søguna hjá felagnum. Nýútbygda felagshúsið var fult av fólki, hetta kundi týtt á, at bókin hevur rakt ein tørv. 

 

Aftaná at formaðurin, Brandur í Dali, hevði bjóðað fjøldini vælkomnari, fekk høvundurin Uni Arge orðið. Hann greiddi frá upprunan til bókina, um samstarvið við Hans Vilhelm Lútzen, ið var stigtakari til bókina, søgugongdina og so endaði hann við at lesa nakrar brellbitar úr bókini. 

 

Fólk fingu síðani høvið at síggja bókina, og afturmeldingarnar vóru sera jaligar. Long bíðirøð var at fáa bók við signaturi frá rithøvundanum.