Serbia tók í dag ímóti Russlandi á heimavølli í undankappingarbólki 2. Serbia vann ein 35-29 sigur, aftaná hálvleiksstøðuna 15-15. 3.800 áskoðarar sóu dystin í Beograd. Úrslitið merkir, at nú er Serbia á odda í bólkinum við 7 stigum fyri 4 dystir. Russland hevur 6 stig. Bosnia hevur 5 stig. Sveis og Italia hava 3 stig, meðan Føroyar eru aftast við ongum stigi. Næsta umfar í bólkinum verður spælt 18. mars. Tá spæla Føroyar-Sveis, Bosnia-Serbia og Italia-Russland. 21. mars spæla Føroyar á útivølli ímóti Sveis.