Serbia við 2-0 sigri úr Gundadali

Føroyska U-21 landsliðið hevur í kvøld lagt rygg til 2-0 tap ímóti Serbia í Gundadali.

Hálvur tími var farin, tá ið Serbia legði seg á odda eftir uppspæl í høgru.

Lítla løtu undan steðginum tóktust fyritreytirnar hjá føroyska liðnum at verða góðar, tá írski dómarin vísti einum av serbisku spælarunum av vøllinum, tá ið hann sá gult fyri aðru ferð eftir lítlari løtu.

Men Serbia megnaði væl og virðiliga at koma undan trýstinum, sum føroyingarnir eftir steðgin royndu at leggja á mótstøðumálið.

Serbiska liðið megnaði væl samanspælið, og tá ið serbarnir við brotssparki øktu um leiðsluna, so kendist tað, at hetta fór at enda við serbiskum sigri. Serbia spældi fínt positiónsspæl, og føroysku spælararnir troyttaðust skjótari enn mótstøðumenninir.

Føroyska liðið spældi fríggjakvøldið, meðan Serbia ikki spældi, og tað sást, at føroyingarnir vóru móðir.

Næst við at fáa mál vóru Føroyar, tá ið Rógvi Holm eftir innlegg sendi bóltin í tvørtræið.

Føroysku spælararnir søgdu seg ikki vera nøgdar við at hava tapt við tveimum málum. Teir iðraðu seg um 2-0 tapið, men teir ásannaðu samstundis, at hetta var eitt framúr gott mótstøðulið.

 

Føroyar-Serbia 0-2 (0-1)

U-21 EM undankapping

á ovara vølli í Gundadali týsdagin 5. juni 2012 kl. 19.00

1307 áskoðarar

0-1: Filip Malbaši? 30.

0-2: Nemanja Gudelj br 67.

Dómarakvartett úr Írlandi: Padraig Sutton, Ciaran Delaney, Dermot Broughton og Neil Doyle

Føroyar: Kristian Joensen, NSÍ - Rene S. Joensen, Brøndby IF, Rógvi S. Holm, HB, Erling Jacobsen, Víkingur, Viljormur Davidsen, FC Fyn - Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavanger (Páll Klettskarð, KÍ, 81.), Heini Vatnsdal, FC Suðuroy, Hallur Hansson, HB (André Olsen, B68, 85.), Róaldur Jacobsen, B36, Gilli Sørensen, TB (Kaj Leo í Bartalsstovu, Víkingur, 61.) - Dánjal á Lakjuni, ÍF

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Teitur M. Gestsson, HB, Sørmundur Kalsø, KÍ, Jan Ó. Ellingsgaard, ÍF og Høgni Eysturoy, B36

Gult kort: Rógvi Holm

Venjarar: Heðin Askham og Bill Jacobsen

Serbia: Marko Dmitrovi? - Aleksandar Panti?, Slobodan Medojevi?, Nemanja Gudelj, Ognjen Mudrinski (Djordje Despotovi?, 55.), Filip Malbaši?, Nenad Krsti?i?, Saša Markovi? (Miloš Kosanovi?, 88.), Luka Milunovi? (Miloš Joji?, 79.), Milan Rodi?, Luka Milivojevi?

Gult kort: Saša Markovi?, Luka Milivojevi?, Milan Rodi?

Reytt kort: Luka Milivojevi? 45.+2. (2 gul)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Nikola Peri?, Marko Petkovi?, Vuk Mitoševi?, Nemanja Koji?

Venjari: Aleksandar Jankovi?

 

Ein dystur er eftir í hesi kappingini. 15. august Føroyar-Danmark

 

Liðugt!

0-2

 

90) 3 minuttir lagdir aftrat!

 

88)

0-2

Serbia hevur skift út fyri triðju ferð: Kosanovi? er komin á vøllin í staðin fyri S. Markovi?.

Serbisku spælararnir hava góða tíð, og tað er einki at siga til!

Rodi? hevur sæð gula kortið.

 

 

85)

0-2

Hallur Hansson, sum bæði fríggjakvøldið og aftur í kvøld hevur arbeitt sum ein hestur, er farin av vøllinum. Í hansara stað er komin André Olsen.

 

82)

0-2

Føroyingarnir royna at leggja trýst á frammarlaga á vøllinum. Serbarnir eru nøgdir við støðuna, og teir leggja nú nógv størsta dentin á verjupartin.

 

80)

0-2

Hallur Hansson sendi fríspark úr 20 metrum upp um málið.

Serbia hevur styrkt um verjukenda miðvøllin. Joji? er komin inn, og Milunovi? er farin av vøllinum.

 

Jóan Símun Edmundsson er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Páll Klettskarð.

 

75)

0-2

Dánjal á Lakjuni hevur havt góða roynd.

 

 

70)

0-2

Føroyingarnir royna at reisa seg eftir stóra skelkin.

 

67)

0-2: Gudelj br.

Rógvi Holm hevur sæð gult, og dómarin hevur bríkslað fyri brotssparki til Serbia, og Gudelj setir bóltin framvið Kristiani Joensen, sum annars hevur bjargað fleiri brotsspørkum í landskappingini. Nú verður brekkan brøtt, hóast føroyingarnir framvegis eru ellivu ímóti tíggju!

 

60)

0-1

Rógvi Holm hevur eftir hornasparksinnlegg frá Róaldi Jacobsen við høvdinum sent bóltin í tvørtræið aftanfyri serbiska málverjan!

Kaj Leo í Bartalsstovu er komin á vøllin í staðin fyri Gilla Sørensen.

 

57

0-1

Serbia hevur skift út í álopinum. Sera skjóti Despotovi? er komin á vøllin í staðin fyri Mudrinski.

 

Gilli Sørensen hevur havt gott gjøgnumbrot í vinstru. Hann sneiddi framvið trimum, men bólturin fór út av baklinjuni.

 

52)

0-1

Eftir bragdligu fyrstu løtuna eftir steðgin hava føroyingarnir síðstu løtuna verið strongdir, og nú eru serbarnir aftur omaná.

 

48)

0-1

Føroyska liðið hevur lagt bragdliga fyri eftir steðgin, og Gilli Sørensen hevur havt góða skotroynd úr 20 metrum, men bólturin fór dygst omanfyri tvørtræið. Uppspælið var úr høgru.

Serbiska liðið er aftarlaga í útgangsstøðu. Teir vilja hava føroyingarnar at koma longri fram á vøllin!

 

46)

0-1

Føroyingar hava givið bóltin upp, og 2. hálvleikur er byrjaður. Ellivu føroyingar spæla ímóti tíggju serbum.

 

Annar av føroysku venjarunum, Bill Jacobsen, sigur á veg út til hálvleikssteðgin, at teir eru væl nøgdir við avrikið higartil, men ásannar samstundis, at uppspælið til málið vísti, hvussu vandamiklir serbarnir eru.

Hóast Serbia nú verður undirmannað, so hava føroysku venjararnir ongar ætlanir um at gera nakra skifting nú beinanvegin.

Aleksandar Jovecic, ÍF spælarin úr Serbia, heldur, at tað er sera lítið professionelt av Luka Milivojevi? at gera fríspark til gult kort, tá ið hann frammanundan hevði gult kort á kontu. Gulu kortini fekk hann fyri fjórða og fimta frísparkið í 1. hálvleiki.

 

Hálvleikur

0-1

45+1)

0-1

REYTT KORT!

Serbia hevur í síðsta minuttinum undan steðginum mist ein mann. Luka Milivojevi? hevur fyri aðru ferð sæð gult og var rikin av vølli.

 

 

44)

0-1

Írski dómarin hevur givið serbiskum leikara, Luka Milivojevi?, gult kort fyri at tveita seg. Eftir frísparkið megnaði Dánjal á Lakjuni at bróta ígjøgnum í høgru, og eftir innleggið stútaði Rógvi Holm upp um málið.

 

40)

0-1

Gult kort til Saša Markovi?, sum blokeraði, tá føroyingar royndu at taka skjótt fríspark.

Eftir frísparksframleggingina royndi Róaldur Jacobsen seg við skoti, og málverjin bjargaði. Viljormur Davidsen átti uppleggið.

 

37)

0-1

Serbia hevur rættuliga sett seg á spælið. Føroyski miðvøllurin hevur ilt við at steðga mótstøðumonnunum, og tá tað eydnast, gongur striltið at fáa samanspæl í lag. Serbia hevur aftur havt stóran møguleika eftir hornasparksinnlegg úr vinstru, og enn eina ferð var Kristian Joensen bjargingarmaður.

 

35

0-1

Serbarnir hava aftur verið vandamiklir, og í tveimum førum hevur Kristian Joensen bjargað sera væl.

 

33)

0-1

Jóan Símun Edmundsson er nú fremsti maður, og Dánjal á Lakjuni er fluttur í høgra borð. Jóan Símun sneiddi seg leysan eitt sindur til vinstru og smekkaði til úr 18 metrum, men málverjin bjargaði.

 

30)

MÁL

0-1: Filip Manbasic 30

Eftir skjótt álop í høgru og innlegg skoraði serbiski álopsspælarin mjitt fyri og 4 metrar úr málinum. Føroyingarnir vildu hava, at tað var dømt fyri rangstøðu, men tað var dómarabólkurin ikki samdur við teimum í.

 

25)

0-0

Í onkrum støðum tykjast serbisku spælararnir ikki heilt álvuligir við graslíkisvøllin. Teir eru vanir at spæla á grasi.

Kristian Joensen hevur bjargað eftir skotroynd úr høgru.

 

23) 1. hálvleikur er hálvrunnin, og føroyska liðið tykist hava stórt sjálvsálit, eftir at fyrsta lítla løtan ikki var so sannførandi.

 

20) 0-0. Føroyingar hava tiltuskað sær trú fríspørk á mótstøðuhálvuni, men higartil hevur tað ikki eydnast at vinna úrtøku burturúr innleggunum frá Róaldi Jacobsen.

 

18) Tað gongur skjótt úr øðrum enda og í hin. Kristian Joensen bjargaði skoti eftir innlegg úr vinstru, og í næstu løtu var um reppið, at Gilli Sørensen fekk lagt innfyri úr vinstru.

 

15) Gott føroyskt álop eftir skjóta umstilling. Rene S. Joensen spældi fram í høgru til Dánjal á Lakjuni, sum legði flatt innfyri. Hallur Hansson royndi seg úr góðari støðu eitt sindur til høgru, men ólukkutíð fór bólturin skeivu megin stólpan.

 

10) 0-0

Føroyska liðið er meiri verjukent í útgangsstøðuni, enn tað var ímóti Makedonia.

 

8) Eftir kiks í føroyska uppspælinum gerst støðan vandamikil í føroyska brotsteiginum, har Viljormur Davidsen ikki var nóg avgjørdur. Skotið var úr spískum, og Kristian Joensen bjargaði.

 

4) Higartil hevur tað gingið fyri seg millum brotsteigarnar báðar.

 

1) Serbarnir hava givið bóltin upp.

 

Føroyska U-21 landsliðið fyrireikar seg i løtuni til ógvuliga stóru avbjóðingina, sum tað er at spæla ímóti Serbia. Fyrsta bríkslið í Gundadali verður klokkan 19, og føroyska liðið er mannað soleiðis:

Kristian Joensen - Rene S. Joensen, Rógvi S. Holm, Erling Jacobsen, Viljormur Davidsen - Jóan Símun Edmundsson, Heini Vatnsdal, Hallur Hansson, Róaldur Jacobsen, Gilli Sørensen - Dánjal á Lakjuni

 

Tvær broytingar eru gjørdar síðani fríggjakvøldið, tá ið Føroyar á sama vølli megnaðu 1-1 ímóti Makedonia.

Dánjal á Lakjuni og Heini Vatnsdal eru nýggir á liðnum. Teir avloysa leikbannaðu Klæmint A. Olsen og Karl Løkin av.

Annar av føroysku venjarunum, Bill Jacobsen, sigur, at meðan Jóan Símun Edmundsson fríggjakvøldið var fremsti maður, so verður hann í dag í høgru, har tað verður vónað, at hann saman við Rene S. Joensen kann standa fyri gjøgnumbrotum.

Dánjal á Lakjuni verður fremsti maður, og uppgávan hjá honum verður at leggja trýst á miðverjuna.

Serbia: Marko Dmitrovi? - Aleksandar Panti?, Slobodan Medojevi?, Nemanja Gudelj, Ognjen Mudrinski, Filip Malbaši?, Nenad Krsti?i?, Saša Markovi?, Luka Milunovi?, Milan Rodi?, Luka Milivojevi?

 

Merkisvert er tað, at sjey broytingar eru gjørdar á serbiska liðnum sammett við undanfarnu ferðirnar. Sambært ÍF spælarin Aleksandar Jovevic, sum er úr Serbia, so er orsøkin tann, at fleiri spælarar av U-21 landsliðnum eru fluttir upp á a-landsliðið.

Føroyingarnir eru í hvítum troyggjum og hvítum buksum. Serbarnir eru í reyðum troyggjum og bláum buksum.

Tað eru góð líkindi at spæla fótbólt, hóast taå er eitt sindur kølið.