Sergio Aguero skoraði, setti met og fer til Barcelona

Argentinski áleyparin gevst eftir 10 ár í Manchester City. Hann er maðurin við týdningarmiklasta málinum í søguni hjá City

Sergio Aguero hevur spælt sín seinasta dyst fyri Manchester City í Premier League. Sáttmálin gongur út og 32 ára gamli árleyparin heldur ikki fram í Manchester City. Hann kom til felagið í 2011 frá Atletico Madrid.

 

Hann hevur síðani skorað 260 mál í øllum kappingum fyri Manchester City. Hann sunnudagin á vøllin í seinna hálvleiki móti Everton. Honum líkt, so skoraði hann tvær ferðir. Tað var nokk til at taka metið frá Wayne Rooney, sum tann spælari, ið hevur skorað flest mál í Premier League fyri sama felag. 184 mál.

 

Tað minniligast og týdningarmesta var heilt víst, tá hann í yvirtíðini í seinasta dystinum í kappingarárinum 2011/2012 tryggjaði Manchester City fyrsta meistaraheitið síðani 1968.

 

Eftir dystin sunnudagin avdúkaði ein kensluborin Pep Guardiola, venjari hjá Manchester City, at Sergio Aguero er á veg til FC Barcelona.

 

1Man City38275683:3286
2Man United382111673:4474
3Liverpool38209968:4269
4Chelsea381910958:3667
5Leicester382061268:5066
6West Ham381981162:4765
7Tottenham381881268:4562
8Arsenal381871355:3961
9Leeds United381851562:5459
10Everton381781347:4859
11Aston Villa381671555:4655
12Newcastle381291746:6245
13Wolves381291736:5245
14Crystal Palace381281841:6644
15Southampton381271947:6843
16Brighton389141540:4641
17Burnley381091933:5539
18Fulham385132027:5328
19WBA385112235:7626
20Sheffield Utd38722920:6323