Serligar løgregludeildir skulu fáa skil á

Tað boðar bretski forsætisráðharrin Keir Starmer frá

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, boðar nú frá, at serligar løgregludeildir skulu fáa skil á aftur støðuni í landinum. Tað er greitt eftir ein sokallaðan COBRA-fund, har ein kreppunevnd hittist at tosa um ófriðin, ið valdar í Bretlandi. Niðurstøðan er, at ein "standandi herur" av servandum løgreglufólkum nú skal fáa bilbugt við ófriðinum.

 

Tað skriva bretskir miðlar.

 

Ógvusligur ófriður hevur seinastu dagarnar verið í Bretlandi – ikki bara í Onglandi men eisini í t.d. Norðurírlandi. Ófriðurin kemur í kjalarvørrinum av, at ein 17 ára gamal drongur leyp á eina dansiverkstovu í býnum Southport – nakað norðanfyri Liverpool á bretsku vesturstrondini – og drap trý børn og løstaði fleiri. Fleiri miðlar hava skrivað, at falstíðindi um at álopið hevði samband við islam, hava fingið eina rúgvu av fólkum við tilknýti til ytsta høgravongin at gera uppreistur í gøtunum, har m.a. eru savnaði framman fyri hotell, har fólk sum hava søkt um friðskjól halda til.

 

Les eisini: Hotell við friðskjólsøkjarum álopin í Onglandi

 

##med3##

 

– Hetta eru ikki mótmælir, hetta er harðsskapur," segði bretski forsætisráðharrin við BBC fyrr í dag, sum eisini segði, at tey sum taka lut í harðliga virkseminum verða "revsað við allari lógarinnar megi".

 

Les eisini: Starmer við fólk í enskum uppreistri: Tit fara at angra tað

 

##med2##