Seta punktum í fagrastu líkindum

Í øllum fimm dystunum verður fyrsta bríksl klokkan 14

Í dag verður punktum sett fyri landskappingini í fótbólti í 2020.

Koronan er orsøk til, at talan hevur verið um heilt serliga kapping, sum fleiri ferðir er løgd av nýggjum.

Í vár var ivasamt, um tað fór at bera til at avgreiða 27 umfør. Tí varð lagt uppfyri soleiðis, at tað kundi bera til bara at spæla í 18 umfør.

Nú er greitt, at talan eisini í ár verður um kapping yvir 27 umfør. Hóast tað er komið út í november, so fer síðsta umfar at verða avgreitt í góðum líkindum.

Í toppinum er tað greitt, at HB fer til Klaksvíkar eftir gullinum. Har vera tað av bestu líkindum at spæla fótbólt seinnapartin. Hann er útsynningur og støkkur seinnapartin í útsynningvestan, og tað verður mest sum stilli.

Tað er stórur spenningur um næstfremsta plássið, sum ber rætt við sær næsta summar at spæla í Europa. Og í botninum snýr spenningurin seg um, um tað verður AB ella Skála, sum fer at flyta beinleiðis niður í næstbestu deildina.

Tað er greitt, at 07 Vestur verður nýtt lið í bestu deildini, og at B68 skal spæla um pláss í bestu deildini ímóti tí liðnum, sum endar á níggjunda plássi – Skála ella AB.

 

KÍ – HB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 14.00

Víkingur – ÍF: Rúni Gaardbo kl. 14.00

B36 – NSÍ: Petur Reinert kl. 14.00

AB – EB/Streymur: Bjarki Danielsen kl. 14.00

TB – Skála: Dagfinn Forná kl. 14.00

 

HB262222802268
261943712461
NSÍ261934542360
B36261925743359
Víkingur2614210514344
ÍF267514335526
EB/Streymur267316256124
TB263617174015
Skála26142120697
AB26071917737