Pallborðsfundurin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygardagin klokkan 15. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fer fyrst at greiða frá nýggja rúsdrekka- og rúsevnapolitikki Føroya. Aftaná verður pallborð, har kjak millum annað verður um, hvørji atlit skulu takast til heilsuna hjá føroyingum, tá nýggjur rúspolitikkur skal leggjast. Eisini verður nomið við, hvørt tað skal vera loyvi at lýsa við rúsdrekka og um tíðin er farin frá einkarsølunum.
Pallborðsluttakarar eru Pál Weihe, formaður í fólkaheilsuráðnum, Karsten Hansen, landsstýrismaður við heilsumálum, Aksel Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og Hjalmar Hansen, deildarleiðari á Handilsskúlanum á Kambsdali og næstformaður í altjóða Bláa Krossi.
Pallborðsfundurin er liður í landsstevnuni hjá Bláa Krossi, sum verður komandi vikuskiftið í Fuglafirði.