Annika Sølvará, sum er í nevndini í Demokratia, sigur við Sosialin, at nevndin í Demokratia hevur gjørt av, at um formaður ella forkvinna í Demokratia stillar upp til politiskt val, so skal viðkomandi ikki úttala seg alment vegna nevndina í tíðini upp undir valið.
– Hetta er gjørt, fyri at vit ikki skuldu kunna verða løgd undir at geva einum ella fleiri valevnum fyrimun fram um hini politisku umboðini í nevndini. At hetta skuldi kunna brúkast øvugt sum kritikkur fyri ikki at tora, høvdu vit ikki væntað, sigur Annika Sølvará, sum tó harmast um, at tað ikki hevur verið sagt nóg greitt frá Demokratia, hví Ingun ikki kundi úttala seg vegna Demokratiu.
Vit kunnu bara geva Anniku Sølvará rætt í tí, at boðskapurin ikki er komin serliga greitt fram, hóast Demokratia vanliga hevur verið brúkt sum lopfjøl at sleppa í tingið. Og tá eingin valevnislisti er enn er liðugur, so er tað kanska í so restriktivt at boykotta Ingun Eidesgaard longu nú...