Sethúsaprísirnir hækkaðu nógv í fjør

Sethúsaprísirnir hildu á at hækka síðsta ársfjórðing í fjør. Soleiðis gjørdist 2021 enn eitt ár við hækkandi sethúsaprísum.

Tað skrivar Betri Banki, sum vísir á, at tað serliga vóru tey smærru økini, sum hækkaðu lutfalsliga mest í 2021.

 

Í Eysturoy, Vágum og Suðuroy hækkaðu prísirnir millum 19,5 og 25 prosent, meðan hækkingin var ávíkavist 12 prosent og 9 prosent í høvuðstaðarøkinum og í Klaksvík.

 

Miðalprísurin fyri eini sethús í høvuðstaðnum er nú komin upp á 3,7 milliónir krónur, meðan miðalprísurin fyri Føroyar var 2,3 milliónir krónur í 2021. Í Eysturoynni vóru tað serliga einkultar sølur rundan um Eysturoyartunnilin sum ávirkaðu miðalprísin. Eini miðal hús kosta nú á leið 1,9 milliónir krónur í Eysturoy, og er hetta ein hækking á 25 prosent í mun til miðalprísin í 2020.

 

Meðan onnur privatbúskaparlig viðurskifti hjá húsarhaldum ikki eru broytt nevnivert, er bústaðarbyrjan framvegis vaksandi.

 

Bústaðarbyrðan í Tórshavn er í løtuni 34 prosent. Í Eysturoynni er bústaðarbyrðan 19 prosent og fyri Føroyar er talið 23 prosent. Hetta svarar til ein miðal vøkstur á 3 prosentstig samanborið við 2020.

 

Bústaðarbyrðan lýsir hvussu stóran part av inntøkuni eftir skatt eitt par skal brúka, fyri at fíggja síni sethús.

 

##med2##

 

##med3##