Teir fýra skjúttarnir, ið vóru við til kappingina, vóru Sjúrður Rein, Tambar, sum skeyt í bólkinum kadet recurve dreingir, og Magnus Andreassen, Kristoffer Andreasen og Kaj Johannesen, allir úr Ørvi, sum skutu í bólkinum kadet compound dreingir.
Í bólkinum hjá Sjúrða vóru 58 luttakarar, og hjá hinum trimum vóru 48 luttakarar. Hetta var størsta luttakaratal nakrantíð til eitt Junior NM.
Sjúrður stóð seg væl
Leygardagin skutu øll innleiðandi umfør, og føroysku skjúttarnir skutu tvey umfør á 36 pílar. Hetta úrslit bleiv so brúkt til raðfesting í finaluskjóting seinna dagin.
Sjúrður Rein skeyt í fyrsta umfari 321 stig og setti nýtt føroyskt met, í seinna umfari skeyt hann 316 stig, og fekk íalt 637 stig, sum eisini er nýtt føroyskt met.
Allir skuldu víðari til 1/32 útilokingina. Her kom Sjúrður í dyst ímóti einum svia og vann Sjúrður dystin 109-104. Í 1/16 dystinum vann Sjúrður ein spennandi og javnan dyst móti enn einum svia við 110-108. Í 1/8 dystinum bleiv mótstøðan nakað hørð og tapti hann ímóti einum norðmanni 109-113. Hesin norski skjúttin bleiv nr. 4 íkappingini. Men góða skjótingin hjá Sjúrða gjørdi, at hann rykti so mikið langt upp á listan, at hann bleiv nr. 10 saman við einum svia.
Hørð kapping
Í bólkinum kadet compound skutu teir bestu heilt ótrúliga væl, men Kristoffer Andreasen skeyt eisini sera væl, og hann setti í fyrsta umfari nýtt føroyskt met við 350 stigum av 360 møguligum. Hóast hetta náddi hann bert einum 5 plássi. Seinna umfar var heldur lakari og skeyt hann tá 335 stig, íalt 685 stig, sum eisini er nýtt føroyskt met. Samanlagt bleiv hann nr. 9 og skuldi sostatt sita yvir í 1/32 útilokingini. Í 1/16 dystinum vann Kristoffer trygt á einum norðmanni 115-107, men í 1/8 dystinum gekk ikki eftir vild, her møtti hann einum dana og tapti 113-117. Hesin sami danin bleiv nr. 4 í kapingini.
Magnus í spennandi umskjóting
Magnus Andreasen skeyt miðal 662 stig og bleiv innleiðandi nr. 21. Í 1/32 dystinum vann Magnus á einum norðmanni 113-99. 1/16 dysturin haraftur ímóti bleiv ein sera sera spennandi dystur ímóti stóru vónini hjá norðmonnum. Fyrstu tríggjar pílarnar kom Magnus tvey stig afturum. Næstu tríggjar pílarnar vann Magnus eitt stig inn aftur. Triðju ferð vann Magnus tvey stig og fór framum. Við teimum seinastu trimum pílunum javnaði norðmaðurin og dysturin endaði 113-113.
Síðan skuldi umskjóting til, og hon gjørdist sera spennandi, tí báðir skjúttarnir skutu væl. Tað var tó Magnus, sum at enda hevði munin og fór víðari í kappingini.
Í 1/8 dystinum bleiv mótstøðan ov stór, og tá møtti Magnus einum svia, dysturin endaði 113-118. Hesin sami sviin bleiv nr. 3 í kappingini.
Kaj bleiv innleiðandi nr. 22 við 659 stigum og persónligum meti. Í 1/32 vann Kaj 112-97 á einum svia. Men síðan mátti hann lúta fyri einum svia í 1/16 dystinum 112-116.
Sunnudagin
Eisini var liðskjóting á skránni. Sjúrður var einsamallur og bleiv hann tí settur á eitt blandað norðurlendskt lið saman við einum svenskum dreingi og einari svenskari gentu, sum ikki høvdu skotið serliga væl innleiðandi. Tískil komu tey at møta einum sterkum liði beinanvegin og blivu sligin út úr kappingini við størri tapi.
Harafturímóti høvdu Magnus, Kristoffer og Kaj so mikið fræg úrslit innleiðandi, at teirra lið bleiv nr. 6 av 16 liðum við sama stigatali sum eitt svenskt lið.
Fyrsti dystur í 1/8 útilokingini var ímóti einum liði úr Randers, Danmark. Hendan dystin vunnu teir 222-196 og settu nýtt føroyskt met. Í ¼ finaluni skutu teir ímóti einum svenskum liði. Dysturin var skiftandi og spennandi, men taptu teir 222-229. Hetta úrslit gav føroyska liðnum eitt pláss sum nr. 5 í kappingini.
Samanumtikið kann sigast, at tá mann kemur heim aftur við fleiri føroyskum metum, so hava føroysku dreingirnir skotið væl.
Ferðalagið kom aftur til Føroya seint mánakvøldið, nakað darvað av støðuni í Keypmannahavn. Hetta førdi eisini við sær, at helvtin av viðførinum lá eftir í Keypmannahavn.
Bogaskjótideildin takkar øllum fyri hjálp og stuðul, tí uttan stuðlar eru slík tiltøk ikki møgulig.