Jens Marni Hansen er millum stóru profilarnar í føroyskum tónleiki. Røddin er eyðkend og góð, og sangirnir eru kendir og fangandi.
Hann var unglingi, tá ið hann byrjaði at spæla alment, og hann hevur gjøgnum árini verið við í bólkum sum Kjølar, All That Rain og Showmenn.
Jens Marni er tó best kendur undir sínum egna navni, og hann hevur sum solistur givið fleiri útgávur og nógvar sangir út. Fleiri av sangunum eru fólkaogn.
Jens Marni hevur konsert á Summar Festivalinum, sum verður hildin komandi vikuskiftið.
##med2##











