SF: Villir Aggrasoppar seta lív í Tjaldið

Ein av mest sermerktu og lívligastu føroysku bólkunum spælir á Summar Festivalinum

Aggrasoppar spæla nú fyri fyrstu ferð á Summar Festivalinum. Framførslan verður í Tjaldinum fríggjakvøld, og tá kann roknast við einari øðrvísi og lívligari løtu við góðum rappi, tónleiki og framførslu.

 

Aggrasoppar er ein blómupunk/axekiller-popp bólkur, sum er kendur fyri sínar villu og óútrokniligu tekstir og framførslur, ið fevna um alt frá harðum larmi til mjúkt country.

 

Teirra debutpláta “æðrasoppar” varð útgivin jólaaftan 2020, og síðani kom “døgurðaslang/MIDNÁTTARSANG” í 2024.

 

Síðani tey byrjaðu at spæla konsertir í 2022, hava tey spælt á nógvum altjóða festivalum sum Fusion Festival, By:Larm, Nürnberg Pop, Eurosonic, og The Great Escape, har tey vunnu Steve Strange virðislønina fyri bestu framførslu í 2023 – fram um 500 aðrar bólkar. Tey vunnu eisini Sement kappingina 2023 og hava verið tilnevnd fleiri FMA virðislønir.

 

Við hvørjari útgávu og framførslu halda Aggrasoppar fram við at flyta mørk og yvirraska. Í november 2026 kemur triðja heildarútgávan, NÚSTALGIA, og fram til tá kunnu vit vænta nøkur stakløg.

 

Summar Festivalurin verður hildin í Klaksvík næsta vikuskiftið.

 

##med2##