Sharon og Ozzy planleggja sjálvmorð

Kenda parið Sharon og Ozzy Osbourne hava herfyri sagt frá, at tey bæði ganga 100% inn fyri eutanasia, um tað verður neyðugt. Orsøkin til, at Sharon Osbourne velur at koma fram við hesum, er, at hon í byrjanini av 2007 varð noydd at síggja pápa sín liggja og pínast leingi, áðrenn hann at enda fekk frið. Pápin, sum varð 81 ár, hevði leingi havt Alzheimers sjúku og tað var ræðuligt at vera vitni til hansara pínu, sigur hon.

 

Hon og Ozzy hava avgjørt, at um ein teirra fær eina álvarsliga sjúka, sum ávirkar heilan, fara tey til eina íbuð í Sveis, har partnarin so fer at taka tann sjúka av døgum.

Sambært kendte.dk skulu Sharon og Ozzy longu hava sagt børnunum frá og hesi skilja væl avgerðina hjá foreldrunum.