Sheep View heiðrað í Cannes í gjárkvøldið

Higartil hevur Sheep View tiltakið hjá Visit Faroe Islands og Atlantic Airways vunnið nógvar virðislønir. Í Sosialinum í dag er yvirlit yvir flestu teirra – og tann síðsti kom í hús í franska filmsmiðdeplinum Cannes, har føroyska kampanjan varð heiðrað á »The Cannes Corporate Media & TV Awards«.

 

Hetta er árligt tiltak, sum heiðrar heims fínastu »corporate films, online media and TV productions« í einum av mest týðandi heimsins býum innan film, Cannes í Frankaríki.

 

Maria Canabal úr Frankaríki var í Cannes í gjárkvøldið og tók ímóti delfinini, sum myndar heiðurin, vegna Visit Faroe Islands og Atlantsflog í gjárkvøldið.

 

– Vit kenna okkum eitt sindur forkelaði við øllum hesum heiðrunum, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands, sum sjálvandi fegnast um tað.

 

Næsta átakið hjá Visit Faroe Islands fer í gongd í næstum, tá at stjórin ikki vil fara í smálutir við tí. Spurningurin er so, um nýggja herferðin fer at fáa somu umrøðu kring heimin, sum Sheep View.

 

– Tað vænta vit ikki. Tá tú ert vorðin »heimsmeistari« einaferð, so roknar tú ikki við at endurtaka tað á hvørjum ári, sigur Guðrið Højgaard skemtandi.

 

Millum annað hesar heiðrar hevur átakið Sheep View vunnið higartil:

  • Ársins Átak á Vinnudegnum 2016, Føroyar
  • Felagið Føroysk Markaðarfólk, Føroyar

Besta marknaðarføringsátak

  • Cannes Lions, Frakland

Eitt gull: PR

Eitt silvur: PR

Eitt bronsu: Cyber

  • World Media Awards, UK Eitt gull: Travel & Tourism
  • PR-tigeren, Danmark Eitt gull
  • Stora PR-priset, Svøríki Eitt silvur
  • Epica Awards, Holland
  • Tvey silvur: Integrated og Virtual Reality
  • Vega Awards, USA.
  • Tvey gull: Effectiveness og Innovation Tvey silvur: Integrated og Branding
  • Rambuk, Danmark
    Trý gull: Effekt prisen, media innovations prisen og grand prix prisen
  • Clio Awards, USA
  • Eitt gull: Medium Innovation (innovation) Tvey bronsu: Medium Integrated
    campaign og Special Event (public relations
  • Creative Circle, Danmark
  • Trý gull: PR-driven campaigns, Digitaldriven campaigns og Technology Driven Promo and Activation
    Eitt silvur: Integrated campaigns
  • Danish Digital Awards, Danmark
  • Tvey gull: PR og Integration – Marketing Campaigns
  • Corporate Media & TV Awards, Cannes Eitt gull
  • The Golden City Gate, Berlin Eitt gull
  • Zagreb Tourfilm Festival 2017 Jurys special award
  • ITFF-Bulgaria – Tourist film award

 

Google Sheep View (DK)

 

Entrant:

Liquidminds

Client:

Visit Faroe Islands & Atlantic Airways

Producer:

Kovboy Film

Agency:

Liquidminds & Sansir

Director:

Rune Hørsle

Stream:

https://vimeo.com/234310669Video

 

 

Meira sæst um heiðurslønirnar í Cannes í gjárkvøldið á www.cannescorporate.com/en/winners2017.php