Shell
Solby A. Eliasen
Klaksvík, Sosialurin:
- Shell skal verða meiri sjónligt í Klaksvík, sigur Hákun Djurhuus.
Hann sigur, at um hann skal døma út frá tí, hann hevur hoyrt úr Klaksvík, so er Shellstøðin ikki so sjónlig, sum hon kundi verið.
Hann vil tó onki siga um, hvørjar ætlanir teir hava við støðini, meira enn, at verkstaðurin verður útleigaður. Og at teir ætla, at reka sølubúðina víðari.
Shell hevur oljutangarnar norðuri á Grótrætt,sum er beint norðanfyri Klaksvík á veg til Ánirnar um hendi.
- Tað er so í øllum førum upplagt, at virksemið á Grótrætt fer at samkoyra við støðina, sigur stjórin á Shell.
Umframt tangarnar, er eisini ein skrivstova har tvey fólk sita í fulltíðarstarvi.
Fleiri bjóðaðu
Føroya Shell hevur samstarvsavtalu við Dáva Joensen, sum átti bygningin og enn rekur verkstaðin og sølubúðina í Klaksvík. Tað vil siga, at Shell eigur pumpurnar og allan útbúnaðin í samband við olju og bensin søluna í Klaksvík, meðan Dávur rekur sølubúðina og verkstaðin
Tað vóru fleiri, sum høvdu áhuga í at keypa bygningin, og Hákun Djurhuus sigur, at hann hevur sjálvur tosað við tríggjar av teimum.
- Eg segði teimum, at vit fóru ikki at gera nakra nýggja samstarvsavtalu, tí tá høvdu vit ikki sjálvir gjørt av um vit skuldu keypa. Og nú vit hava keypt, so sigur tað seg sjálvt, at ein samstarvsavtala er óneyðug. Men ætlanin er, at verkstaðurin skal leigast út, leggur Hákun Djurhuus afturat.
Shell tekur yvir virksemið í Klaksvík um ársskiftið.