SÍ streyk upp á tindin

Við 3-0 sigri á Fleyr í Sørvági í gjárkvøldið streyk SÍ heilt upp á tindin í Føroya Tele-deildini

Mynd: (SÍ)

Føroya Tele-deildin, menn:

 

SÍ – Fleyr 3-0 (25-22, 25-20, 25-22)

 

Við 3-0 sigri á Fleyr í Sørvági í gjárkvøldið streyk SÍ heilt upp á tindin í Føroya Tele-deildini, har tað tó er trongt, tí har standa eisini ÍF og Mjølnir, øll trý við sjey stigum. 

 

Í øllum trimum settunum legði SÍ seg trygt á odda miðskeiðis í settunum, men misti so takið aftur, og Fleyr var um reppið at javna, men tá settini nærkaðust endanum, var SÍ aftur stinnari og vann avgerandi bóltarnar.

 

Í fyrsta setti hevði Fleyr næstan fingið samband við SÍ aftur, eftir at hava verið aftanfyri 5-10, men so feyk SÍ avstað og legði seg á odda 18-11. Settið tóktist avgjørt, men enn einaferð kom Fleyr afturíaftur og fekk samband við støðuna 20-22. Nærri enn tvey kom Fleyr tó ikki, og við triðja settbóltinum gjørdi Mileta Vesovic bart og langaði hann niður ímillum netið og blokkin hjá Fleyr.

 

Í øðrum setti gjørdi SÍ eitt skarvslop frá 6-6 til 15-8, men aftur fekk Fleyr samband, tá Jónfinnur Hansen mitt fyri smassjaði til 17-18 til SÍ. Nærri kom Fleyr tó ikki, tí hinumegin netið var 42 ára gamli brasilski leikandi venjarin hjá SÍ, Cristiano Rodrigues Campos, eirindaleysur við tveimum smassjum á rað, og so var SÍ á odda 20-17. Hann var aftur upp á spæl til 21-18 og gjørdi tað til 23-18 við serviessi, og við trímannablokki vann SÍ settið 25-20.  

 

Sama søga var í triðja setti. Frá 5-5 fór SÍ upp á 14-8 og 16-10, og so fór jagstranin hjá Fleyr í gongd. Og hon mundi hepnast. Við góðum blokkspæli og góðari verju minkaði Fleyr skjótt um munin, og støðan gjørdist 22-23, tá Mattias Isaksen lobbaði bóltin í spannina hjá SÍ. Beint eftir royndi Mattias seg við smassji á vonginum, men hesa ferð blokkaði Tóki í Haraldstovu, og so átti SÍ tveir dystarbóltar. Tann fyrri avgjørdi dystin, tá dómarin dømdi fyri dupultslagi hjá Fleyr. 

 

Sunnudagin kl. 17 verður veruligt oddabrak í Sørvági, tá SÍ tekur ímóti Mjølni. 

 

Støðan  í Føroya Tele-deildini hjá monnum:

 

Lið          Dystir   Stig  (Settmunur)

 

ÍF              3            7            (5)

 

SÍ              3            7            (5)

 

Mjølnir   3            7            (3)

 

Ternan    2            0           (-6)

 

Fleyr        3            0           (-7)

 

Mynd: (SÍ)