Hebridean Sky var síðsta ferðaammaskipið, sum vitjar á Vági í ár.
Skipið kom í gjárkvøldið klokkan18, og fór avstað í dag klokkan 13.
Sostatt var hetta eisini fyrsta ferðamannaskip, ið hevur ligið nátt í Vági.
Við skipinum vóru 95 ferðafólk úr 7 ymiskum londum: 3 úr Fraklandi, 3 úr Týsklandi, 2 úr Írlandi, 3 úr Italia, 2 úr Svøríki, 81 úr Bretlandi og 2 úr USA.
Hebridean Sky hevur vitjað Vág nakrar ferðir millum ár og dag.












