Sig so at royking ikki er góð fyri okkurt

Picasso varð føddur lívleysur. Jarðarmóðurin visti sær eingin ráð at bjarga honum – men pápabeiggin visti ráð: Hann blásti tubbaksroyk niður í pinkubarnið, sum fór at hosta – og bjargaðist

Eli Smith, listarmaður

5. og seinasti partur

 

Langa Fríggjadag 14. apríl kl. 10 fór eg við tokinum úr Bilbao móti Barcelona. Hugsaði túrurin fór at taka einar tveir tímar, spurdi so síðumannin, hvussu leingi. Hann segði heilar 9 tímar, so hettar var ikki nakað snartok vit fóru við.

Men mær dámar væl at koyra í toki, hevði tikið mær eina tjúkka bók við at lesa um lívið hjá Billi Graham, so vit kundu koyrt bæði aftur og fram uttan at eg hevði kett meg.

Á leiðini eysturyvir fara vit gjørgnum tann fruktagóða Ebrodalin. Har rennur ein av teimum størstu áunum í Spaniu, “áin Ebro”. Henda á hevur eitt ómetaligt ríkidømi við sær. Á veg inn í landspartin Aragonien hava vit bæði verið gjøgnum Navarra og Rioja landspartarnar, sum eru kendir fyri sítt framúrskarandi vín. Forrestin Navarra, hvørs landspartahøvðusstaður er Pampilona, er kendur fyri sína tarvarenning.

Eg veit ikki, um tit hava sæð í sjónvarpinum, at fólk í hvítum klæðum við reyðum belti og hálsturriklæði renna alt tað, tey eru ment gjøgnum býin undan villum tarvum á veg til arenaina at verða dripnir. Hettar er so víðakent og væl umtókt, at tað koma fólk kring allan knøttin at vera við til henda øra leik, sum er fra 6. til 14. juli. Steðgaðu eina løtu í býnum Zaragoza, sum er tann 5.størsti í Spaniu og liggur í landspartinum Aragonien (610.000 íbúgvar) Iberar grundløgdu hann, men varð seinni doyptur av Rómverjum til “Caesaragusta”.

Í Spania er vatnið at meta við gull, av tí at ikki øll støð í landinum fáa tað vatn, teimum tørvar, Spania er eisini tað landið í Evropa, sum nýtur flest pening fyri at gera byrgingar og vatnleiðingar til støð, har vatntrot er. Tíðum stends klandur millum landspartarnar, hvaðani nú vatnið skal leiðast, og tá er tað stjórnin í Madrid, sum má siga, hvaðani vatnið skal fara. Serliga er tað á háslættanum, at vatnið trýtur. Ebroáin er tann einasta stóra áin, sum rennur út í Miðalhavið, meðan hinar allar renna út í Atlantshavið. Sum vit fluttu okkum eysturyvir, komu vit inn í eitt annað landslag, meiri avsviðið og óskipað. Jørðin er heldur reyðari her enn longur vesturi.

Áðrenn vit vita av, síggja vit tað vælkenda Miðalhavið. Fyrsti býurin vit koma til er Tarragone, sum liggur á eysturstrondini við 113.000 íbúgvum, og er ein av teimum elstu býunum í Spaniu. Hann angar av rómverskari søgu og jarðfrøði, men er eisini ein býur, sum livir her og nú. Iberarar, sum hálvoyggin er uppkallað eftir, var eitt fólkaslag, sum kom úr Norðurafriku og búsettu seg her vegna tað góða útsýni hernaðarliga. Nú koyrdu vit norðureftir framvið strondini móti tí katalanska høvðus­staðnum og næststørsta býnum í Spania ”Barcelona”, hvørs jarnbreytarstøð eitur “Sans”. Her sá eg stórar fólkmongdir ganga í allar ættir, og tíðum hoyrdi tú snjallar røddir siga eitthvørt umráðandi í hátalarunum. Nú var at finna mær okkurt náttarskjól. Hevði lisið í bókini “Og turen går til Spanien”, at ein kundi finna okkurt bíligt stað í síðu­gøtunum tætt við jarnbreytina.

Eg leitaði og hugdi eftir “hostel”, sum teir kalla tað, á føroyskum eitur tað nokk vallaraheim, men einki fann eg. Tað var við at verða seint og eg at troyttaðist at ganga og bera mína tungu tasku. So eg setti meg á ein bonk, og hugdi aftur í bókina. Fann eitt tlf.nr á einum hostelli tætt við høvðusgøtuna og ringdi. Jú, har var pláss. Sum var tað gott at tørna inn, hóast hettar var eitt kamar við 8 seingjum. Her vóru fólk úr øllum hornum jarðarinnar: japanarar, italiumenn, kanadiubúgvar, meksikanarar, chilenarar og fransmenn. Haldi hettar var gott fyri meg eftir at hava livað eina einbúgvaratilveru í bilinum. Dagin eftir, hevði eg nokk at gera við at greiða teimum frá um Føroyar. Hevði fingið greiðar faldarar frá frímerkjadeildini við frágreiðingum og myndum úr Føroyum. Hettar kom sera væl við.

Dagin eftir fór eg mær ein túr fyri at kanna eftir. Tað var bara ikki sum at siga tað, hettar var ein stórbýur uppá 1,7 mill fólk, sum eisini var grundlagdur av iberarum. Ein tann ríkasti og mest evropeiski býurin í Spaniu. Gekk inn á tað so víðakendu boulevardina “ Ramblaðina,” sum er ein stór gongugøta millum Placa de Catalunia og havnina, har ið 59 metra høga standmyndin av sjófararanum Columbus er, sum bjartskygdur stendur á einum globusi og peikar vestur í hav. Tað er so at siga altíð lív í hesu gøtu, ja, tað er sum at vera á ólavsøku hvønn dag her. Fólk streyma støðugt eftir gøtuni fyri at handla, eta ella hyggja eftir fólkum og øllum teimum mongu gøtuartistum, sum sanniliga duga sítt fag. Har eru eisini nógv fólk í teimum nærliggjandi gøtunum. Rambla merkir á arabiskumm “fossur”, nakað sum støðugt streymar. Har vóru handlar av alskins slag, sum royndu av øllum alvi at freista keyparan Hettar minti meg ikki sørt aftur á gamlar, góðar dagar, tá vit plagdu at selja ís, bróstsukur og paraplyir í Ullvøruhúsinum á ólavsøku. Her sær tú øll fólkasløg úr øllum stættum, sum royna at koma sær fram á besta hátt. Hendan fitta, lítla konan á myndini tosaði so hart í fartelefonini, at fólk steðgaðu á við einum brosi og eygleiddu hesa konu, sum virkaði ikki sørt stolt av, at hon eisini dugdi at tosa í fartelefon. Sunnudagin, fyrsta páskadag, fóru kirkjuklokkurnar at ringja til gudstænastu beint yvirav har eg búði, so eg fór innar og upplivdi eina fulla kirkju . Mínsantin sá eg ikki telefondamuna aftur við skriftarstólin. Spania er eitt katólskt land, men hevur ikki altíð verið tað. Í ár 711 komu arabisk herlið úr Afriku til tað Iberisku hálvoynna. Eftir bert fáum árum løgdu teir tað mesta av Spaniu undir seg. Teir ætlaðu sær eisini longur norður eftir við tí muslimsku trúnni, men har var tað Karla Magnus, sum vit kenna frá kvæðunum, ið steðgaði teimum. Forrestin so liggur Runsival (Roncesvalles) beint norðanfyri áðurnevnda bý ” Pampilone”.

Dagin eftir var eg og vitjaði Picasso savnið, sum vísti eitt úrval av hansara fyrstu verkum, til hann fór til París. Verkini hjá honum vóru sýnd fram í einum stórum gotiskum bygningi frá 1300 talinum.

Pablo Picasso búði í Barcelona frá tí hann var 14 ára gamal til hann var 23 ár. Har fekk hann eisini sína listarligu utbúgving.

Í 1881, í einum lítlum húsi í Malaga, sá listamaðurin Pablo Picasso fyrstu ferð dagsins ljós við fyltum lungum av royki. Føðing hansara heima við hús hevði verið trupul, og ljósmóðurin sá ongan møguleika at bjarga tí nýfødda Pablo. Mammubeiggin, sum var lækni, royndi at hjálpa til. Við einfaldum snildi blásti hann sigarroyk í andlitið á tí deyðadømda dronginum, sum brádliga sló eyguni upp og byrjaði at gráta. Sig so, at royking ikki er gott fyri okkurt.

Var tað roykurin, ella kanska - tann fyrri sigur yvir deyðanum -, er tað eingin ið veit, men í øllum førum bleiv Pablo Picasso ein slóðbrótandi listamaður. Ótrúliga arbeiðsamur líka til hann andaðist 91 ár seinni.

Picasso málaði seg inn í listaheimin, sum ein av teimum størstu, og gav heiminum ein nýggjan hátt at fata listina uppá.

Seks ára gamal teknaði Pablo so livandi tekningar, at tað ræddi bæði hann sjálvan og faðir hansara við, sum var teknilærari.

Tá Picasso var um 20 ára aldur, byrjaði hann at royna nýggjar hættir við tekningum og málningum sínum. Í staðin fyri at mála eitt myndevni, sum tað sær út frá einum staði, teknaði hann tað frá øðrum sjónarhornum, sum ikki síggjast í veruleikanum. Hann málaði nýggj geometrisk skap og endurgav sína egnu uppfatan av tí vit kalla fyri veruleika. Picasso var undangongumaður hjá listafólkum, sum skaptu tað abstraktu listina.

Tað var áhugavert at ganga og hyggja, hvussu Picasso menti seg gjøgnum árini frá 1893. Vit kundu fylgja honum frameftir, við fittum tekningum frá tí hann var 12 ára gamal, - av hønum, hestum, hermonnum o.s.v.

Ráðini vóru ikki so góð, so hann málaði á træsprek, smáar detaljur, har ein sær, at hann roynir at mála ymisk evnir, sum t.d. vindeygapartí, smáar landslags- og andlitsmyndir. Hetta vísir okkum, hvussu hann hevur roynt at læra seg handverkið frá grundini av, og ikki er gingin lættliga um smálutirnar, sum jú er umráðandi at duga anatomiina og at vita hvussu beinagrindin er uppbygd fyri seinni at kunna mála einfaldari ella abstrahera.

Ein hugtakandi málningur var av eini konu, sum liggur til tað síðsta og læknin situr hjá henni og tekur pulsin. Við seingina stendur eisini ein kona, sum heldur eini gentu, sum uttan iva er dóttir hesa doyggjandi. Málningurin mundi vera einar 2x3m til støddar. Picasso dugdi eisini at mála veruligar málningar, sum onkur vildi sagt.

Í árinum 1900 gjørdi Picasso sína fyrstu ferð til Paris. Hetta hevði eina ómetaliga stóra ávirkan á hann og menti hann nógv, tá hann sá verk eftir Manet, Vollard, Cézanne, Toulouse-Lautrec, Bonnard og Vincent Van Gogh. Onkrar persónsmyndir mintu meg ikki sørt um Van Gogh.

Sama kvøld var eg til eina konsert í eini kirkju við einum guitaristi í heimsklassa, sum æt Marel Gonzales. Hevði glett meg soleiðis allan dagin at sleppa at hoyra henda guitarsnilling. Kirkjan var nærum fullsett, tá Gonzales trein inn á pallin og byrjaði at spæla. Eg lurtaði, men hvat varð eg skuffaður. Væntaði mær at hoyra eitt vælklingandi ljóð. Men ljóðið frá guitarinum hoyrdist so illa, at eg rýmdi óður út úr kirkjuni eftir at 3. sangur var spældur. Fyri mær hevði tað verið líka gott at hoyrt hann í einum lítlum transistorradio heima við hús. So eg gekk mær ein túr inn í tann gamla Gotiska býarpartin fyri at koma niður aftur á jørðina. Gekk gjøgnum smalar hugnaligar steingøtur.

Nú hoyri eg operasong. Gekk eftir ljóðinum. Komi til eitt vælklingandi stað, har nógv fólk stóðu og lýddu á, meðan ein sjarmerandi operasangari, minti ikki sørt um útsjóndina á Pæturi tí Stóra, - langhærdur við moskitera skeggi. Hann sang í besta Careras stíli. At hoyra hendan mannin syngja, var so hjartanemandi og vakurt, at eg mátti, aftaná framførsluna, løna honum fyri tað og takka honum persónliga fyri eina ógloymandi løtu. Hann bjargaði tí annars minni eydnaða kvøldinum.

17. apríl, ein mánadag, fór eg at vitja søgusavnið í gamla býarpartinum, sum gjøgnum 500 ár hevur verið sæti hjá teimum katalansku kongunum. Her hevur Columbus staðið einaferð á kongaplássinum við sínum stóru ætlanum. Upprunaliga var umráðið umgyrt av einum rómverkum býarmúri, men teir núverandi bygningarnir eru frá 13 – 14 talinum. Tað var áhugavert at síggja ymisk amboð og ymisk brúksting hjá iberarum, hvussu væl krukkur og íløt vóru prýdd við djórum og menniskjum, málað við svørtum og reyðum. Nágreinligar útgravingar vóru gjørdar her á staðnum, so her fóru vit við eini lyftu niðureftur og aftur í tíðina, heilt aftur til áðrenn Kristi føðing. Her kundi ein ganga á teimun gomlu rómverku gøtunum og hyggja inn í hús teirra og goymslur til t.d. fisk og vín. Ein løgin kensla.

Rómverjar og Maurarar (arabarar) eru teir, sum mest hava baldrast í Spaniu, men aðrir herskarar hava eisini rátt fyri borgum í styttri tíðarskeiðum. Orsøkin til, at tann Iberiska hálvoyggin hevur verið fyri so nógvum ágangi er, at hon liggur so væl fyri. Hon hevur Miðalhavið fyri eystan, Atlantshavið fyri vestan, Afriku fyri sunnan og Evropu fyri norðan.

Vitjaði eisini tað katalansku dómkirkjuni, sum var ein sera, sera stórsligin kirkja. Setti meg á ein bonk fyri at hyggja uppí hettar velduga loft og undrast, meðan orgultónleikur hoyrdist. Hon er ein tann flottasta gotiska kirkjan í Spaniu.

Hitti ein teldufrøðing úr Milano, sum var komin higar at slappa av. Vit komu í prát. Hann vísti mær eina internetcafé, har eg kundi tosa heim og fáa teldupost. Teldan hevur verið mær ein góður vinur í einseminum. Havi fingið skrivað meira enn nakrantíð. Tað at kunna tosa heim, hevur eisini givið mær megi av nýggjum.

Hevur Barcelona nógv at bjóða av myndlist, so hevur hann sanniliga eisini nógv at sýna fram av byggilist. Hvagar tú vendir tær, so sært tú ein bý á tremur við flottum bygningum. Bygningsverk sum vekur størst ans her í Barcelona, eru bygningarnir eftir tann víðagitna modernistin Antoni Gaudi. Hann var Barcelonari. Var borin í heim 1852. Hann var eitt geni uttan sín líka og ein slóðbrótandi listamaður.

Týsdagin 18. apríl fór eg við Metrobananum, sum er í teimum flestu størru býunum í Spaniu. Tú keypir ferðaseðil í automatum, men ikki var tað lætt hjá mær at lesa hvat ið á har stóð, so eg trýsti bara á teir knøttar, sum vóru mest slitnir. Og rætt var, eg kom beint til staðið, har kirkjan var, sum Gaudi teknaði. Hon líkist einum ævintýrslotti, við litføgrum tornum og fantasi blómum. Hendan kirkjan eitur La Sagrada Familia (tann heilaga familian). Hetta var Gaudi`sa mest ambitisiøsa verk. Tað er ei undur í, hví hendan ólidna kirkja er blivin størsta turist attraktión í Barselona.

Tær tríggjar fasadurnar í kirkjuni ímynda Jesu føðing, Jesu líðing og Jesu uppreisn. Gaudi náddi bert at gera tað vøkru eystursíðina lidna, Facana Del Naixement (Føðing Jesusar).

Við trappum ella lyftu er tað møguligt at koma upp í eitt av teimum klønu tornunum og í 60 m hædd njóta eitt stórsligi útsýni yvir henda milliónbý. Síðstu árini av lívi sínum búði Gaudi í kirkjuni, sum ein avbyrgdur einabúgvi. Hann metti sjálvur, at tað vildi takað 200 ár at fullføra verkið.

Nógva staðni runt um í Barcelona eru nógv dømi um hansara litfagra og fantasiríka stíl. Í 1926 var Gaudi yvirkoyrdur av einum sporvogni og doyði.

Kirkjan var langt frá liðug tá, og sum tann improvisator Gaudi var, lá eingin nágreinilig ætlan fyri kirkjuna, bert nakrar visionerar skitsur.

Fór á eina uttandura café at skoða kirkjuna.

Hugsaði um Gaudi og hansara stóru ætlanir og kom so at hugsa um Gunnhild Jacobsen, sum hevur tann fantasifulla urtagarðin í Kalbak, at tey høvdu hettar til felags at fáa okkum mennisku at rakna við. Tey gera nakað, sum er øðrvísi. Er tað ikki tað, ið list er millum annað, at skaka okkara vanliga hugsunarhátt ?

19. aprí vitjaði eg tað listarliga tjóðarsavnið, sum er tað størsta og vakrasta í Barcelona. Hettar er tann upprunaligi spanski tjóðpallurin, og var bygdur til heimsframsýningina í 1929. Frá trappunum, frammanfyri savnið, er sera eitt gott útsýni yvir messuhallirnar í Barcelona og Placa d´ Espanya við tí víðagitna gosvatninum. Savnið rúmaði romanska list frá ár 900 til 1200 talið. Serliga vóru tað teir einføldu Fresku málningarnir, sum hoyra til teir bestu og størstu í heiminum. Hesir málningarnir høvdu serliga mín áhuga, tí litirnir minna ikki sørt um litirnar eg nýti í mínum stein málningum. Tað var áhugavert, at fáa at vita hvussu Fresko málningarnir vóru fluttir frá niðurløgdum katalanskum kirkjum við framkomnari tøkni.

Eisini var ein framsýning við katalanskum málarum og samtíðarmonnum hjá Picasso, har tað var týðiligt at síggja, hvørjum øðrum hann m.a. hevði fingið íblástur frá.

Ein kallaðist Juli Conzaleis, livdi 1876–1942. Hann málaði eisini ræðuleikarnr frá borgarastríðnum 1936-39.

Ein av málarunum minti ikki sørt um okkara Torbjørn Olsen, hann var koloristur og æt Joakim Mir. Livdi 1873-1940.

Ein annar sum hugtók meg nógv var, Sidri Lonel, 1872-1911. Málaði daprar myndir av sigoynarum.

Ein annar var Franziska de Zubarán. 1598-1664.

Síðsta dagin í Barcelona tók eg mær av løttum. Fór mær ein túr aftur inn á Ramblaðina at hyggja eftir fólkum. Hóast Barcelona er ein nýmótans býur við øllum tí vakra, ið verðin hevur at bjóða og nógvum vælstandi, ja so møtir tú nógvum fólkum, sum ongan góðan eiga. Nógvir biddarar gingu her. Ein ung genta gekk við einum lítlum og barni bað um pening. Ein sat á einum stóli við ongum beinum, eisini nógvir sigoynarar stóðu við kirkjurnar og bóðu fólk, sum gingu framvið, um pening.

Klokkan er nú 19:20, fríggjadagur er og vit hava tann 21. apríl. Siti í tokinum á veg aftur til Bilbau. Havi sitið og skrivað allan dag um tær upplivingar, eg havi havt higartil. Haldi, eg fari at gevast við at skriva meira á hesum sinni. Vónandi havi eg ikki troyttað tykkum ov nógv. Fari ta tíð, eg havi eftir her í Spaniu, at vera í Bilbau. Fái vitjan av vinmanni og floksfelaga mínum, Ludvíki Petersen mánadagin, og tað gleði eg meg til. So verður tað slutt bara at práta við seg sjálvan nakrar dagar.

Og so sum krúnan á verkinum koma mín elskaða kona og dótturin, Sigrun, til Madrid, dýrabiðidag 12. mai. Har verða vit 2 dagar. Fari sjálvandi at vitja Prado og Reino Sofia listaskálarnar og annað áhugavert har. Síðani fara vit til Bilbau at vera eina góða viku, til tann langi koyritúrurin til Danmarkar byrjar.

Hettar var so endin av frásøgnini hjá mær av “Ferð míni til Spaniu”.