Í kvøld verða tveir týðandi dystir leiktir í betrideildini hjá monnum.
Klokkan 18 byrjar grannauppgerðin millum HB og B36 á ovara vølli í Gundadali. Bæði liðini hava brúk fyri at vinna fyri at kunna fara framvið NSÍ, ið er á odda við 35 stigum. B36 hevur 34 stig og HB hevur 33 stig.
Klokkan 19 byrjar dysturin í Fløtugerði í Fuglafirði millum ÍF og KÍ. Fuglfirðingar liggja á aftasta plássi við bert fimm stigum, og hava brúk fyri stigum. KÍ hevur brúk fyri einum sigri fyri at koma ájavnt við NSÍ í stigum.
FM1 sigur frá báðum dystunum. Tróndur Arge sigur frá grannauppgerðini í Gundadali. Sjúrður H. Hoydal sigur frá dystinum í Fuglafirði.
Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Ljóðsamrøður við umboð fyri ÍF, KÍ, HB og B36 koma út á in.fo seinni í kvøld.
In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum.