Í kvøld klokkan 20 verður grannauppgerð í 1 FM-hálvfinaluni í manshondbólti millum Kyndil og Neistan, har spælt verður best av trimum. Dysturin verður í høllini á Hálsi í Havn.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.
Øll kunnu lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7.
Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.
Ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dysturin í kvøld er liðugur.