Siga frá tveimum fótbóltsdystum og tveimum hondbóltsdystum sunnudagin

Petur Asbjørn Lervig og Sjúrður H. Hoydal fara at siga beinleiðis frá HB-Víkingur, Skála-AB og H71-Neistin, kvinnur og menn á FM1 sunnudagin

Í morgin sunnudagin verður stórur ítróttarfrásagnardagur á FM1 har sent verður frá klokkan 13 til klokkan 20.

Skráin er hendan:

Klokkan 13: Hondbóltssendingin frá fríggjadegnum verður endursend.

Klokkan 14: Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá H71-Neistin (SMS-deildin)

Klokkan 15: Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá HB-Víkingur, Betrideildin. Viðmerkjari til dystarfrásøgnina verður Oddbjørn Joensen.

Klokkan 16: Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá H71-Neistin (Burn-deildin)

Klokkan 18: Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá Skála-AB, Betrideildin. Viðmerkjari til dystarfrásøgnina verður Ólavur Mikkelsen.

Øll kunnu hoyra FM1 HER

Ljóðsamrøður við umboð fyri tey ymisku liðini koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystunum í Betrideildini.

##med3##