Siga frá VÍF-Kyndil og Suðringar-HB

Rás2 sigur frá fótbólti og hondbólti seinnapartin. Sendingin byrjar klokkan 14

Seinnapartin í dag fer Rás2 at siga frá bæði hondbólti og fótbólti.

 

Sendingin byrjar klokkan 14 tá fótbóltspanelið við Mikkjali Thomassen, venjara hjá KÍ frá fríggjadegnum verður endursent.

 

Hilmar Jan Hansen fer at siga frá Betrideildar-dystinum Suðringar-HB við Stórá í Trongisvági, ið byrjar klokkan 15.

 

Tróndur Arge fer at siga frá triðju og seinastu FM-finaluni í hvonndeildini millum VÍF og Kyndil í høllini í Vestmanna, ið byrjar klokkan 16.

 

Fylgt verður við, og kunnað verður frá gongdini í hinum fýra Betri-deildardystunum, ið eru B36-AB og KÍ-EB/Streymur, ið byrjar klokkan 15, NSÍ-Skála ið byrjar klokkan 16 og Víkingur-07 Vestur ið byrjar klokkan 17.

 

Tá FM-finalan millum VÍF og Kyndil er liðug verða fleiri prát við umboð fyri vinnandi liðið beinleiðis á Rás2.

 

In.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá bæði FM-finaluni í hondbólti og Betrideildar-dystunum.

 

Øll kunnu hoyra Rás2 á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.