Siga Læknar ósatt við vilja? Rætting til Læknan

Fyri stuttum kundu vit lesa grein í avísini, har læknin sigur, at tað nú eru, 10.000 føroyingar, sum eru kannaðir fyri sjúkuna CTD, av teimun eru funnir 3.000 berarar, og tað eru funnir 75 persónar, sum hava sjúkuna. Tað sum læknin sigur víðari er nok tað, sum ørkymlar meg mest, og heilt sikkurt hevur tað eisini ørkymlað nógvar aðrar føroyingar.
Læknin sigur

»Eg vænti ikki, at vit koma til at finna nógv fleiri, sum hava sjúkuna CTD«.
Heilt erliga, hettar má vera ørvitistos, ella eisini er hettar bara enn ein máti at ørkymla okkum føroyingar enn meiri, tí at vit fingu sannleikan fram um eina lívshættisliga sjúku, sum somu læknar gjørdu alt fyri at halda loyniliga.
Sama dag sum eg læs greinina, sendi eg tí ein E-mail til læknan, har eg heitti á læknan um at koma við eini rætting og setti ein fyrispurning um hini 38.000, sum ikki vóru kannað, svarið eg fekk aftur, var enn meiri ørkymlandi enn sjálv greinin við enn fleiri undanførslum, so har kom einki burtur úr, síðan sendi eg ein E-mail til journalistin, sum hevði skrivað greinina, her var svarið stutt og greitt, hann hevði skrivað tað, sum læknin hevði sagt og sum var bandað.
Hettar má sigast at verða ótrúliga høg tøl í mun til tað, sum læknarnir royndu at billa okkum inn fyri góðum ári síðan. Og serstakliga, tá hugsað verður um tey tøl, sum Sundhedsstyrelsen, Høgni D. Joensen landslækni og Fróði Joensen yvirlækni, komu út við. Tá var metingin, at tað kanska vóru ca. 15 føroyingar, sum høvdu sjúkuna CTD, og man visti ikki um tað kundi loysa seg at finna hesi 15, sum kanska vóru sjúk.
Seinri hava hesir somu læknar so broytt støðu, so hvørt sum tølini bara blivu hægri og hægri, og vit kunna tí
bara siga, tíverri fingu vit rætt, tað eru nógv fleiri sjúk enn vit høvdu droymt um, vit hava kanska ikki funnið helvtina av teimum sjúku enn, samstundis sum læknarnir siga, at teir hava funnið øll nú, tí teir hava kannað tey mest útsettu fyrst.
Tað kundi verið áhugavert at vitað, hvussu hesir læknar hugsa um teirra børn og barnarørn, eru hesi kannað fyri sjúkuna CTD, hvussu nógv vóru berarar, og ikki minst, var tað onkur av hesum sum hevði sjúkuna, vóru hesi ímillum tey 15, sum kanska høvdu sjúkuna, og sum tað kanska ikki loysti seg at finna. Eg kann í hvussu so er siga hesum læknum, at Heidi, Edmund og øll hinni sum eru farin, tey eru ikki ímillum hasi 15.
Aftur í gjár var tað ein 25 ára gomul genta, sum fekk staðfest sjúkuna CTD, læknin á Landssjúkrahúsinum ringir til foreldrini, at gentan skal innleggjast beinan vegin, tí hennara carnitin er niðri á 2,3. Gentan sum er stødd umborð á Nørrønu á veg til Danmark, kann sjálvandi ikki innleggjast á Landssjúkrahúsið í Føroyum.
Nú gevur læknin boð um, at gentan skal fara inn á eitt Apotek í Esbjerg og biða um Carnitin medisin, og so skal hon innleggjast, tá hon kemur aftur til Føroyar. Eg havi ikki loyvi til at siga ella skriva tað sum eg hugsi um handan læknan og allar teir læknar, sum ikki duga at hugsa, og sum ikki hava ta vitan, sum skal til fyri at verða lækni, og ikki minst, at verða menniskja.
Beint sum vit fingu boðini um hesa gentu í gjár, so royndu vit at finna út av, hvat í vit so kundi gera fyri hana her í Esbjerg, tað fyrsta var so at ringja umborð á Norrønu fyri at seta tey inn í støðuna, tey skiltu støðuna nógv betur enn nakar lækni og tóku sær av gentuni restina av túrinum, og tað skula tey hava stóra tøkk fyri. Tað næsta var at finna út av, um Apotekini í Esbjerg hava Carnitin medisin, ella um tey kunna útvega medisin, tað kunna tey ikki, og tey vita sjálvandi ikki hvat carnitinmedisin er fyri nakað, tí tey hava ongantíð hoyrt um tað.
Um hesin lækni hevði eitt lítið sindur av hugflog, so vildi hann sjálvandi sett seg í samband við Sydvestjysk Sygehus í Esbjerg og givið boð um, at tey skuldu taka ímóti einum patienti, sum kom við Norrønu, og so skuldi hann sagt teimum, hvat tey skuldu gera og hvat fyri medisin í gentan skuldi hava. Tað kallast logikkur fyri rætt hugsandi føroyingar.
Sjálvt um vit tosaðu við Sjúkrahúsið, so var tað ikki møguligt, at tey kundu taka sær av henni, tey boðini skula sjálvandi koma frá einum yvirlækna ella einum Sjúkrahúsi.
Eingin kann koma av gøtuni inn á eitt Apotek í Danmark og biða um Carnitin medisin, og so er tað líka mikið hvør ein er, og tað eigur ein lækni at vita. Hettar vísir bara, hvussu lítið skil er á tí føroyska Heilsuverkinum. Tá gentan ikki kundi akutt innleggjast í gjár, so skuldi hon bara koma á Sjúkrahúsið, tá hon kom aftur til Føroyar. Eg fari at loyva mær at ivast í, um hettar kann verða ein útbúgvin lækni, sum so lítið skil er á, ella hettar bara er ein tilvildarligur boðdrongur, sum ikki visti hvat hann gjørdi. Tó at eg kenni navni á læknanum.
Vit sum hava kent sviðan av hesi sjúku og kenna til tað føroyska heilsuverkið, vit vita eisini, at hettar ikki er av enn, einki samfelag kann liva við eini so vánaligari leiðslu, uttan at tað kemur at raka onkran, og hettar kemur at raka.
Vit hava livað við eini lygn í 15 ár sum sigur, at einki kundi gerast, at tað ikki vóru umstøður til eina kanning av sjúkuni CTD í Føroyum, at tað ikki var orka til eina so umfatandi kanning, at tað fíggjarliga ikki kundi lata seg gera, tí ein møgulig kanning vildi kosta milliónir av krónum. Í dag vita vit, at ein kanning av sjúkuni CTD, av øllum føroyingum, sum eisini fevnur um at finna onnur úrbregði av somu sjúku, einans kostar ein 10 part, av temun ca. 50. mill., sum eru játtaðar til at umvæla leivdirnar úti í Tinganesi.
Eitt annað, sum vit ikki hoyra teir føroysku læknarnar tosa um, er bilirubin ella livratøl, hesi tølini eru óvanliga høg hjá teimum, sum hava sjúkuna CTD, so um læknin kannar livratølini, so veit hann eisini, at okkurt er galið, høg livratøl geva ringa húð, pirrir. Eitt sjúkueykenni sum er lætt at fáa eyga á.
Hevur tú fyrispurningar, so er bert at senda ein E-mail.
Esbjerg tann. 13.2.2010
HYPERLINK "http://www.johndk.dk"www.johndk.dk/HYPERLINK "mailto:jojenndk@yahoo.dk"jojenndk@yahoo.dk
Mobil: 61 69 22 18