Almanna- og Mentamálaráðið hevur sent út uppskot til ummælis, sum ásetir, at pensjónsaldurin árini 2035 til 2042 stigvíst skal hækka úr 68 upp í 70 ár.
Hetta er "Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir", sum tað verður rópt.
Uppskotið hevur til endamáls at hækka pensjónsaldurin, og í Fiskimannafelagnum hava tey eisini fingið uppskotið til ummælis.
- Vit taka als ikki undir við uppskotinum. Fiskimenn eru merktir av teirra langa og harða arbeiðslívi á sjónum. Tí eru teir slitnir langt, áðrenn teir fylla 67 ár.
Í Føroya Fiskimannafelag siga tey, at tað verður bara steinur omaná byrðu at hækka pensjónsaldurin.
- Tískil vilja vit halda fast við, at pensjónsaldurin verður 67 ár.
Fiskimannafelagið tekur annars undir við, at pensjónistar sleppa at arbeiða uttan mótrokning í pensjónini.
- Vit hava sent stutt hoyringarskriv til Almanna- og Mentamálaráðið, har vit siga nei at hækka pensjónsaldurin, og skrivið kann lesast um okkara heimasíðu.
Tað sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, á heimasíðu felagsins, nú felagið hevur gjørt sínar viðmerkingar til pensjónsuppskotið.