Hósdagin 21. desember fer Teistin at sigla sínar seinastu túrar í samband við at Sandoyartunnilin letur upp.
Tí vilja vit geva Sandoyingum og restini av Føroyum møguleikan at siga Sandoyarleiðini, sum vit kenna hana, farvæl. Kl. 16.00-18.00 bjóða vit til opið skip við bryggjuna í Skopun. Vit bjóða ein drekkamunn og høvi er at heilsa uppá manningina, skrivar Strandferðslan á ssl.fo.
Bildekkið verður ein annar listarligur pallur henda dagin, við tað at Hamradun koma at spæla nøkur løg kl. 17.00, og eisini ber til at uppliva myndaframsýningina 'Bye Bye Blue Boat' eftir franska myndamanninum Lucas Frayssinet.
Í salongini umborð á skipinum ber til at síggja eina søguliga myndaframsýning, samskipað av Helga Fossadal, ið lýsir Sandoyarleiðina ígjøgnum tíðina.
Eisini ber til hjá øllum at avmynda seg sum skipara, við at taka stuttliga sjálvmyndir.
Øll eru hjartaliga vælkomin, og vit vóna at síggja nógv fólk umborð á Teistanum henda dagin, skrivar ssl.fo.