Víkingur kom í kvøld víðari í Europa League, tá teir á útivølli leiktu 1-1 móti FC Daugava. Av tí at Víkingur vann heimadystin 2-1, var Víkingur tað betra liðið samanlagt.
Í komandi rundu skal Víkingur spæla móti Tromsø IL úr Noregi.
Sigurin í kvøld hevði eisini við sær, at Sigfríður fyri fjórðu ferð sum venjari, kom víðari í evropeiskum fótbólti. Sigfríður átti metið áðrenn dystin og hann økti um metið í kvøld, tá liðið hjá honum á fjórða sinni leikti seg víðari í evropeiskum fótbólti.
Í 2005 var Sigfríður venjari, tá B36 slerdi íslendska liðið ÍBV úr UEFA Cup. Sigfríður var somuleiðis venjari í 2006, tá B36 slerdi FC Birkirkara av Malta út úr Champions League.
Í fjør var Sigfríður Clementsen venjari hjá Víkingi, tá teir yvir tveir dystir vunnu samanlagt móti finska liðnum FC Inter Turku. Og í kvøld var so fjórðu ferð, at eitt lið hjá Sigfríði Clementsen leikti seg víðari í Evropa, tá Víkingur í kvøld leikti 1-1 á útivølli móti FC Daugava í Lettlandi, eftir at fyrri dysturin var endaður við 2-1 sigri til Víking á Svangaskarði.