Sigfríður hevur skift hálvt liðið út

Ein broyting er á liðnum hjá Víkingi, sum í dag fer at fegnast um meiri enn ein merkisdag

Hetta er ikki dagurin, tá ið EB/Streymur hevur serliga stóran møguleika at vinna stig og styrkja seg í kappingini um at sleppa undan at flyta niður. Soleiðis tykist EB/Streyma venjarin Sigfríður S. Clementsen hava hugsað, tá ið hann í dag setti liðið, sum nú klokkan 17 fer at spæla á útivølli ímóti Víkingi.

 

Sammett við liðið, sum sunnudagin vann 2-1 á heimavølli ímóti ÍF, so eru fimm skiftingar millum teir fyrstu ellivu. Nýggir eru Jákup Norðoy Vilhelmsen, Niels Pauli Danielsen, Tóki H. Johannesen, Jóhann Hansson Joensen og Kristian Svabo Eliasen. Teir avloysa Jens Erik Bruhn, Virgar Jónsson, Boubacar Dabo og Filip Djordjevic, sum allir eru á beinkinum, og Mathias Blårud, sum er leikbannaður.

 

Hjá Víkingi er talan bara um eina broyting. Ingi Jonhardsson er vongverji í vinstru, og Bergur Gregersen er ein av teimum á beinkinum.

 

Sølvi Vatnhamar er í dag fyri 400. ferð á liðnum hjá Víkingi í landskappingardysti í bestu deildini. 38 ára gamli Sølvi Vatnhamar hevur verið á liðnum hjá Víkingi øll árini, síðani felagið varð stovnað í 2008.

 

Um tað eydnast FM favorittunum í Víkingi at vinna fulla úrtøku i dag, so verður stigatalið 63. So nógv stig hevur Víkingur ongantíð áður vunnið. Størsta stigatalið higartil var í 2016, tá ið Víkingur vann FM við 61 stigum.

 

Undir upphitingini vísti tað seg, at Óli Eyðsteinsson Poulsen var ikki nóg birgur at spæla. Í hansara stað varð settur Jens Erik Bruhn.

 

 

 

Víkingur – EB/Streymur kl. 17.00

 

Dómari: Bjarki Danielsen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson  – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Géza Dávid Turi, Sølvi Vatnhamar – Jákup Johansen, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson

 

EB/Streymur: Jóannes Eyðfinsson Davidsen – Bergur J. Poulsen,  Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Jákup N. Vilhelmsen, Tóki H. Johannesen – Jens Erik Bruhn, Emil Weihe Joensen, Niels Pauli Danielsen, Jóhann Hansson Joensen – Kristian Svabo Eliasen