Føroysk sendistova
Sigga Jacobsen er sendiritari á tí føroysku sendistovuni í London, har hon hevur verið við frá byrjan. Hon hevur longu arbeitt undir trimum
sendiharrum. Fyrst John Rajani, síðani Sigmund Isfeldt og nú Áka Johansen. Í byrjanini arbeiddi Sigga hálva tíð, hetta var meðan hon las, men síðani er hon farin at starvast fulla tíð á sendistovuni. Sigga hevur tikið eina
lestrargrein, sum nevnist ”Global politics”. Tá hon var liðug við bachelor-útbúgvingina møtti hon einum ungum manni úr Pakistan á Oyrasunds-íbúðardeplinum, og tey tóku avgerð um at flyta til Londons. Hetta var eitt gott ár, áðrenn føroyska sendistovan læt dyrnar upp á fyrsta sinni.
London er serstakur
Í Keypmannahavn las Sigga ”Sprog og økonomi” – millum manna kent sum ”Sprøk”. Hennara greinar vóru enskt og spanskt. Og hon hevur sanniliga
fingið gagnnýtt sínar førleikar í enskum. – London er ein ógvuliga serstakur býur. Her eru fólk frá øllum londum í heiminum, og ein fær ógvuliga nógva
inspirasjón. Her er nógv at velja ímillum, tá tað kemur til mentan, mat og tónleik, og arbeiðsmøguleikarnir tróta ikki, greiðir Sigga frá. Sigga hevur arbeitt á føroysku sendistovuni í seks ár. Spurd um hon heldur, at hesi seks árini hava givið Føroyum nógv, svarar hon, at í byrjani var tað sjálvsagt ein tilgongd, har tey máttu byggja alt upp frá ongum. Neyðugt var eisini at
byggja eitt netverk av sambondum upp. – Og nú kenna vit á sendistovuni, at vit hava bygt eitt netverk upp, sum vit veruliga kunnu gagnnýta, bæði innan
vinnulív og politikk. Sendistovuarbeiðið er ofta av slíkum slagi, at tað krevur ein langsiktaðan sjónarring. Nú kenni eg, at vit eru brynjaði til at
røkka nøkrum stórum og góðum úrslitum. Sigga nemur við, at tað verður tosað so nógv um globalisering. Tá um globalisering ræður er neyðugt at taka lut í
altjóða samstarvi. Partur av hesum er at vera á staðnum, har tað hendir og hava sendistovur, og kunna vera har, sum tað hendir. – Hví eina sendistovu í London? vil onkur kanska spyrja. Men har má ein ikki gloyma, at London er ein av teimum stóru heimsbýunum, undirstrikar Sigga. – New York, London og París eru teir stóru heimsbýirnir. New York og London eru tveir veruligir valdsdeplar, tá ein tosar um altjóða politikk. Bretland er eisini ein stórur búskapur, og er tann stóri marknaðurin, sum liggur nærmast Føroyum. Í Bretlandi búgva 60 miljónir fólk, samanborið við tær 5,3 miljónirnar sum búgva í Danmark. Ein marknaður við 60 miljónum fólkum gevur sjálvsagt nógvar marknaðarligar møguleikar, staðfestir Sigga Jacobsen.
Samstarva við donsku sendistovuna
Sigga undirstrikar, at tey á føroysku sendistovuni samstarva nógv við donsku sendistovuna. Tá sendistovan hevði eitt serstakt tónleikaátak við Teiti Lassen, tá var hetta gjørt í samstarvi við donsku sendistovuna. Tá slapp føroyska sendistovan at lána hølini hjá danska sendiharranum, sum vóru
ógvuliga væl egnaði til tónleikaátakið. Sigga sigur, at sjálvandi høvdu tey ynskt at havt størri hølir, tí hølini tey hava eru ógvuliga lítil. Tað eru bert tvær skrivstovur á sendistovuni í London, og tey hava verið trý fólk, sum hava starvast á sendistovuni. Størri hølir høvdu givið møguleika til størri virksemi. – Vit ynska okkum sjálvsagt høli av tí stødd, sum ein hevur í Reykjavík ella í Keypmannahavn. Sendistovan í Bruxelles hevur eisini góð hølisviðurskifti, tá tað kemur til at skipa fyri mentannartiltøkum. Við størri hølum kundu vit eisini skipa fyri tiltøkum, har vit høvdu føroyska
list á vegginum. Størri høli høvdu eisini givið møguleika til at leiga føroyskum vinnulívsfólkum skrivstovuhølir, sum tey kundu brúkt í sínum
marknaðarátøkum í Bretlandi.
Eiga ikki at spara
Sigga heldur, at føroysku politikarnir eiga ikki at brúka spariknívin ímóti sendistovuni í London. – Vit tosa um framtíðarmøguleikar her, og eiga tí
ikki at spara eftir reyv, sigur Sigga avgjørd. Spurd um hon verður verandi á føroysku sendistovuni, svarar Sigga: - Fyrst mugu vit síggja hvussu tað verður við føroysku sendistovuni, sjálv rokni eg við at vera verðandi í London. Fær sendistovan nýggj hølir, so verður tað sjálvsagt meiri áhugavert hjá mær at starvast har. Sigga heldur, at tað eru nógvir ótroyttir møguleikar hjá føroyingum á bretska marknaðinum. – Vit royndu at skipa fyri einari handilsferð, sum tíverri datt niðurfyri, men vónandi fáa vit gjørt nakað meir við hetta í nærmastu framtíð. Føroyingar sum hava átøk innan mentan, handil og onnur viðurskifti mugu endiliga seta seg í samband við sendistovuna í London, slær Sigga fast. – Tað er ikki altíð, at vit hava svarið uppá standandi fót, men vit gera okkara ítarsta, undirstrikar Sigga.