Myndin frá steypafinaluni á ólavsøku talar fyri seg. Í EB/Streymi vóru tað alt annað enn fegin um, at liðformaðurin og ímyndin av EB/Streymi, Egil á Bø, var settur til viks og valdi at gevast.
Hetta var óskiljandi og bar ikki til. Maðurin, sum hevur verið ímyndin av serstakliga væleydnaðu samanleggingini í Sundalagnum, var vekk. Burtur var eisini góði andin, sum hevur valdað kring felagið síðani samanleggingina í 1993.
Fólkið tosaði í krókunum. Hetta var ikki gott, tað sum hendi. Spælið var heldur ikki eins gott og tað hevði verið, og onkursvegna sást tað aftur á vøllinum, at leikararnir ikki trivust í sama mun og áður.
Neyvan vóru tað vantandi kakurnar eftir venjing, sum gjørdu hetta, men hesar vóru eisini tiknar av skránni, tá profesionella venjaraparið kom norður og gjørdi EB/Streym til Føroyameistarar og steypavinnarar.
Nevndin stuðlaði venjarunum
Hóast úrslitini ikki hava verið eftir vild í longri tíð, og ónøgdin millum viðhaldsfólkini er vaksin so líðandi, valdi nevndin at stuðla og standa saman um venjaraparið til tað síðsta.
Steypafinalan kundi bjarga árinum, men tá henda eisini glapp, samstundis sum, at mister EB/Streymur ikki var tøkur longur, valdi nevndin at handla.
– Vit hava kunnað leikararnar um tað, ið er farið fram, og leikararnir stuðla okkum í okkara avgerð, segði Rólant Højsted við Sosialin í gjárkvøldið.
Somu leikarar stuðlaðu eisini Egil á Bø undir sjálvari finaluni. Tá Arnbjørn Hansen minkaði um munin stutt fyri leiklok, rann hann út til viðhaldsfólkini og lyfti blusuna upp. Boðskapurin var ikki til at fara skeivur av.
Men hóast keðiliga stemningin seinastu tíðina, ger formaðurin í EB/Streymi, Rólant Højsted, greitt, at teir eru ógvuliga fegnir um samstarvið við Sigfríða Clementsen og Magna Mohr.
– Men sum støðan er í løtuni, mettu vit hetta vera rætta avgerðin at taka, sigur hann.