Strandferðslan hevur nú kunngjørt ferðaætlanina hjá Ternuni, sum fer at gera hópin av eykatúrum, tá ovastevna verður í Nólsoy um vikuskiftið.
Leygardagin verður fyrsti túrurin sigldur klokkan 7.55, og so verður ikki helmað í fyrr enn sunnukvøldið. Leygardagin verður siglt mest sum út í eitt, soleiðis at fólk sleppa til og frá oynni eina ferð um tíman.
Sunnudagin er ferðaætlanin tann vanliga. Á heimasíðuni, ssl.fo, minnir Strandferðslan ferðandi á, at ferðaseðil fyri ferð aftur og fram verður kravdur, tá siglt verður úr Havn.