Sigla uttan loyvi

Noreg hevur eina langa strond við djúpum firðum, so tað liggur væl fyri hjá fólki at hava bát, men ein kanning avdúkar nú, at umleið 40.000 norðmenn sigla við bátum, sum teir ikki hava loyvi at føra. Kanningin, sum er umrødd í NRK, vísir, at nógvir norðmenn leggja ikki í at fáa sær tey neyðugu pappírini.

Norsk lóg sigur, at fólk, sum eru fødd í 1980 ella seinni, og sum ætla sær at føra ein bát, sum er størri enn átta metrar og hevur meiri enn 25 hesta motor, skulu hava staðið eina bátsførararoynd.

Fólk kunnu taka bátsførararoyndina, tá tey hava fylt 14, men tey fáa ikki prógvið, fyrr enn tey hava fylt 16. Tey, sum hava fylt 16, og sum hava staðið bátsførararoyndina, hava loyvi at føra bát, sum er 15 metrar langur.