Sigldi trolara niður og rýmdi

Seinasta hósmorgun sakk ein lítil franskur trolari í Ermasundi, og fransmenn vilja vera við, at eitt farmaskip sigldi hann niður

Fýra av teimum fimm monn­unum sjólótust, tá franski trolarin Klein Familie sakk hósmorgunin í síðstu viku. Trolarin var úr Cherbourg, og har eru menn ikki í iva um, at tað var farmaskipið Sichem Pandora, sum sigldi trolaran niður, og at skipið helt leiðina fram uttan at steðga. Kanningar av skipinum avdúkaðu reyða máling ein metur niðan fyri vatngangin, og fransmenn halda uppá, at málingin stav­ar frá trolaranum. Tí hava fronsku myndugleikarnir gjørt av at leggja hald á skipið eftir kravi frá teimum avvarðandi.
Sichem Pandora er skrá­sett á Malta, men tað er Oslo-felagið Carmillo Eitzem, sum rekur tað. Danska fe­lag­ið Tesma holding er dótt­urfelag hjá Carmillo Eitzen, og stjórin í danska felagnum, Claus Thornberg, sigur við Aftenposten, at har hava tey einki ímóti, at málið verður kannað. Hann vísir tó á, at manningin á Sichem Pandora hevur avsannað, at skipið sigldi á franska trolaran.
Fronsku myndugleikarnir hava ikki lagt seg út í málið enn. Teir siga, at teir fara fyrst at bíða eftir kanningunum, sum skulu vísa, um málingin á Sichem Pandora stavar frá Klein Familie. Vrakið av trolaranum skal eisini kannast.