Tá In.fo vitjaði í Vestmanna fyri bátastevnuna, hittu vit hjúnini, Kristen og Lailu Friis, sum arbeiddu umborð í einum glastrevjabáti í einum neysti í bygdini. Tey vóru í holt við at rigga bátin til sigling í summar.
Tey eiga ein norsktbygdan bát frá 1978, sum er 9,15 metrar langur og 3,15 metrar breiður - ella ein bátur á 30 fót, sum vit plaga at siga.
- Eg keypti bátin í Noregi í 2006, og vit hava verið ógvuliga glað fyri hann. Tað var umráðandi, at báturin passaði inn í neystið, men eg sá skjótt, at her var lítið av plássi at geva av.
Kristen Friis sigur, at tá báturin kom, og hann varð drigin á vogni niðan í neystið, vóru bert fimm sentimetrar til avlops í erva - og fimm sentimetrar í bakborði. So, hetta var ógvuliga tepurt, men tað gekk tíbetur.
Hjúnini eru bæði í ketildrakt, nú vit hitta tey í bátinum, og tey rokast hvør í sínum lagi.
- Vit hava gjørt nógv við bátin, síðan vit keyptu hann. Fyri nøkrum árum síðan sproytaðu vit bátin, vit hava áður gjørt lugarið, og nú gera vit uppihaldsrúm og køk av nýggjum, eins og rúmið verður klætt av nýggjum.
Fyri umleið trimum árum síðan varð motorurin skiftur, og nú stendur ein 150 HK Volvo Penta í bátinum.
- Tá hetta arbeiði er gjørt, sum nú er í gongd, skuldu vit verið komin runt í bátinum, sigur Kristen Friis, sum eisini er formaður í Bátafelagnum í Vestmanna.
Kristen og Laila Friis dáma væl at sigla, at tað gera tvíburðar teirra, sum eru drongur og genta á 14 ár, eisini.
- Hóast eg fái sjóverk ógvuliga lætt, dámar mær væl í bátinum. Børnini eru heldur ikki serliga sterk á sjónum, og drongurin er ringur av sjóverki, men okkum dámar hetta ógvuliga væl, sigur Laila Friis.
Kristen er skipari á ísfiskatrolara, so hann hevur ongar trupulleikar við sjóverki.
- Nú eri eg ikki altíð heima, tá bátastevnur eru, og alt bendir á, at eg heldur ikki verið heima á bátastevnuni í Vestmanna í ár. Men, vit plaga altíð at hjálpa til kortini - antin vit fáa verið við á stevnuni ella ei, sigur Kristen Friis.