Undirvísingar- og mentamál eru ikki fremmand í hugaheimi og hondum Signars á Brúnni. Hann hevur umsitið málini fyrr í landsstýrinum, og sum útbúgvin fólkaskúlalærari hevur hann altíð havt áhuga fyri føroyskum skúlaskapi.
Bert 25 ára gamal varð Signar á Brúnni valdur inn á ting fyrstu ferð í 1970, og síðani hevur hann sitið á tingi undantikið valskeiðið 1980 til 1984. Tvær reisur hevur hann verið landsstýrismaður, fyrru ferð í sjálvstýrissamgonguni, sum sat frá januar 1989 til januar 1991, har hann umsat undirvísingar- og mentamál, og seinnu ferð frá mars 1993 til september 1994, har hann eitt nú umsat samferðslumál.
Men hevur Signar umsitið undirvísingar- og mentamál áður, er tað kortini undir heilt øðrum fortreytum, hann hesu ferð setir seg í landsstýrissessin. Nýggja stýrisskipanarlógin áleggur landsstýrismonnunum ráðharraábyrgd, og tað hevur við sær, at Signar einsamallur kann gera av, hvørji stig skulu takast frá almennari síðu viðvíkjandi undirvísingar- og mentamálum.
Í samgonguskjalinum eru mentan og undirvísingarmál ikki rúgvismesti parturin, orðingarnar eru rættiliga breiðar og í grundini leggur skjalið bert um til dagføringar á økinum.
Í samgonguskjalinum stendur, at ein ætlan verður gjørd fyri út-búgv-ing-arverkið við atliti til framtíðar útbúgvingar, samskipanir og ratión-ali-ser-ing-ar. Hvat verður lagt í hesa orðingina?
? Tað ræður um at vera við og taka alt tað nýggja, ið kemur, inn í okkara skúlar samstundis sum teir skulu rekast so bíliga sum til ber. Tí eiga vit at hyggja at, hvørjir møguleikar eru at samskipa skúlarnar upp aftur meir. Sum dømi kann eg nevna, at í míni tíð sum landsstýrismaður fóru vit undir eitt samstarv millum studentaskúlan og handilsskúlan á Kambsdali. Ein nevnd kannaði, hvørjir fyrimunir og vansar vóru í, at skúlarnir lógu saman. Nógvir fyrimunir eru, ikki bara í byggikostnaðinum, men eisini við tað, at skúlarnir brúka somu útgerð, tól, høli, matstovur, samkomuhøli og annað.
? Eingin ítøkilig samanlegging er uppá tal. Hinvegin eiga vit at hava í huga, tá ið farið verður undir nakað nýtt ? at byggja bíligt og at samstarva, soleiðis at raksturin verður so bíligur sum til ber. Tí verður tað eisini lættari at taka ímóti øllum nýggjum.
? Eg havi onga ætlan um at leggja nakran skúla niður. Men eg dugi væl at síggja, at tað í pengum loysir seg at flyta onkran skúla og leggja hann saman við ein annan. Spurningurin er bara, um tað loysir seg í aðrar mátar, sigur Signar á Brúnni.
Fólkaskúlin, miðnámsútbúgvingarnar og hægru útbúgvingarnar skulu styrkj-ast, so tær kunnu fylgja við í tøkniligu samskiftismenningini. Tú hevur sagt, at ov nógvar byrðar verða lagdar yvir á kommunurnar. Kanst tú útgreina tað nærri?
? Tá ið fólkaskúlalógin var fyri í tinginum fanst eg at, at vit ikki fingu at vita, hvussu nógv hon fór at kosta. Føroya Kommunufelag og Tórshavnar býráð gjørdu vart við, at tey vildu ikki hava lógina setta í gildi fyrr enn nakrar útrokningar vórðu lagdar fram, sum søgdu, hvør kostnaðurin fór at verða. Tað líktist ongum, at nágreiniligar útrokningar ikki vórðu gjørdar, men lógin fór ígjøgnum kortini. Tað fer at kosta nógv meiri enn tað leysliga varð borið fram av tásitandi samgongu. Tí er neyðugt at gera eina meting av, hvat til dømis tað fer at kosta skúlunum at fáa kunningartøkni inn um skúlans gátt og hvør skal bera kostnaðin av tí. Spurningurin er, hvat kommunurnar orka, tí nógvar eru framvegis illa fyri. Kunnu vit áleggja teimum at útvega alla útgerð til skúlarnar. Tað eru hesi viðurskifti, eg vil hava nágreiniliga viðgjørd av til dømis einum arbeiðsbólki.
? Hinvegin vil eg halda fast við, at kommunurnar eiga at rinda tað, ið tað kostar, men av tí at støðan er so ring hjá nógvum, eiga vit at kanna eftir, um landið kann stuðla kommununum í hesum, soleiðis at landið letur nakað. Tað kann ikki vera rætt, at summir skúlar sita við ongum, meðan aðrir hava alt, tí kommunan hevur ráð. Tað eru næmingarnir, ið verða við sviðusoð, og tað kann ikki vera rætt.
Størri játtan
Løgtingið hevur samtykt eina fólkaskúlalóg, men hevur ikki játtað pengar, soleiðis at karmarnir kunnu fyllast. Fær før-oyski fólkaskúlin meiri pengar á fíggjarlógini?
? Eftir mínum tykki má fólkaskúlin fáa størri játtan. Nýggja fólkaskúlalógin fer heilt vist at kosta meir enn tann gamla. Broytingarnar eru stórar og umfatandi. Føroya Lærarafelag gjørdi vart við, tá ið lógin var fyri í tinginum, at hon fer at kosta 80-100 mill. krónur meir um árið fyri land og kommunur. Eg dugi at síggja, at tað verður ikki hugsingur um at seta so stóra upphædd av, men verður talan ikki um eina ávísa øking, so er eingin grund til at seta nýggja fólkaskúlalóg í gildi, sum hevur víðari karmar enn tann gamla. Kunningartøkni kemur inn í skúlarnar av álvara nú 1. august, men ikki ein króna er sett av á fíggjarlógini í hesum áriunm. Og tað er ringt at skilja.
Hvussu skal læraraskúlaútbúgvingin broytast, og hvussu skulu útbúnir lær-arar skúlast til at fylgja við broytingunum, ið nýggja lógin ásetir?
? Tá ið tú broytir eina fólkaskúlalóg fullkomiliga, har nógvar nýggjar lærugreinir koma inn í skúlarnar, er tað neyðugt, at Læraraskúlin fylgir eftir. Ein nevnd við serkønum fólki er sett at endurskoða læraraskúlaútbúgvingina. Endamálið er so at dagføra læraraskúlaútbúgvingina so hon samsvarar nýggju fólkaskúlalógina.
? Tað er ógvuliga óheppið, at lærararnir ikki eru til reiðar at undirvísa í øllum tí nýggja. Eg veit um lærarar, sum hava fingið sær fatur á kunnleika sjálvir, tí tað hava teir verið noyddir til. Eitt tað týdningarmesta er, at lærarar fáa skeið og eftirskúling, soleiðis at allir vita, hvat tað snýr seg um.
Fyrst í hesum árinum var eitt drúgt verkfall í sambandi við, at yrkisfelagið hjá studentaskúlalærarunum mótmælti, at næmingartalið í einum flokki varð hækkað. Verkfallið snúði seg um prinsippir, men varð fyribils loyst. Hvussu hevði tú loyst málið, um tað kemur í aftur?
? Tað velst um, hvussu trupulleikarnar vera. Helst hevði eg loyst málið á sama hátt sum tað varð. Eg eri samdur í yrkisfelagnum í, at tá ið næmingartalið fer upp á 26-27 ella meir, er tað nógv strævnari at undirvísa, tú missir tú meir fyri minni. Men fer næmingatalið ov langt niður, kostar tað ógvuliga nógv. Tí er tað ein ógvuliga trupul støða at koma í, tí sum landsstýrismaður ert tú bundin av fíggjarkarmunum, sum eru.
Dagføringar
Vinnuskúlar skulu styrkjast til framtíðar avbjóðingar. Hvat verður hugs-að um her?
? Her snýr tað eisini um dagføring av lógunum. Partur av teimum broytingunum komu í tingið seinast, men fullu burtur, tí val varð útskrivað. Vinnuskúlarnir skulu rekast sum sjálvsognarstovnar í framtíðini, ikki sum almennir skúlar, og tað gleðiliga, sum er hent, er at semja er millum allar partar. Viðvíkjandi vinnuskúlum ræður um altíð at vera á varðhaldi, soleiðis at skúlarnir fylgja við tíðini og tí hon krevur.
? Oljuvinnan er altíð í hugaheiminum, tí man má vera fyrireikaður til hana. Tað er ov seint at fara at broyta, tá ið hon er komin í gongd, sigur Signar á Brúnni.
Lógin um lestrarstuðul skal dagførast. Hvørjar ítøkiligar broytingar skulu gerast?
? Ein arbeiðsbólkur hevur gjørt eitt álit um dagføringar av lestrarstuðlinum. Næmingar á miðnámsskúlunum fáa hægri studning og meirkostnaðurin av tí fer at kosta 9 mill. krónur um árið. Útibúgvandi fáa 33.000 krónur og heimabúgvandi 22.000 um árið. Aldursmarkið verður 18 ár, men tey yngru fáa ískoytisstuðul til bøkur, og næmingar í útjaðaranum, sum ganga í skúla aðra staðni, kunnu fáa ískoyti til ferðing og aðrar útreiðslur, men her skal reglugerð gerast. Málið verður lagt fyri tingið í hesi tingsetuni og kemur í gildi næsta ár.
Útbúgvingarpolitikkurin skal eggja fólki at nema sær útbúgving uttan fyri Norðurlond, verður sagt í samgonguskjalinum. Verður hugsað um serligar stuðulsskipanir ella útbúgvingar?
? Vit eiga at royna at fáa lesandi at hyggja at útbúgvingum aðra staðni. Ikki tí eg havi nakað ímóti útbúgvingunum í Danmark, men tað hevur so stóran týdning at fáa íblástur, hugskot og hugsanir aðra staðni frá, sum lesandi kunnu føra inn í føroyska samfelagið. Í dag eru 1500 føroyingar í lestrarørindum í Danmark og bara 40 uttan fyri Norðurlond. Tað er dýrt at fara aðra staðni, og tí eiga vit at kanna eftir, hvussu vit kunnu stuðla fólki at fara aðra vegir at lesa. Tað er sunnari og betri fyri okkum at fáa hugskot aðra staðni frá. Men so mugu stuðulsskipanirnar rættast hareftir.
Mentamál
Í sam-gongu-skjal-in-um verður sagt, at ein greiður mentapolitikkur verður orðaður við støði í ment-a-narálitinum Avmarkaður marknaður. Í álitinum er yvirlit yvir nøkur bráðneyðug tiltøk. Fert tú sum landsstýrismaður í mentamálum at taka stig til, at tey verða framd í verki?
? Nógvir góðir tankar eru í álitinum, men tað sum eg hevði væntað var, at álitið viðgjørdi spurningin, hvussu hesi mál verða framd. Komið verður als ikki inn á fíggingina av tiltøkunum, sum mælt verður til at seta í verk. Tí verður ein av uppgávunum hjá mær at finna út av, hvussu tað skal fíggjast. Hinvegin vil eg siga, at vit eiga at ganga leiðina, sum skotið verður upp og hækka upphæddirnar, sum eru á fíggjarlógini yvir eitt áramál. Vit fáa ikki framt alt eftir einum ella fýra árum. Mentunargrunnurin eiga at fáa størri játtan, kanska uml. 3 mill. kr. í næstu fíggjarlóg. Arbeiðið hjá grunninum er rættiliga umfatandi og er fyri listafólk yvirhøvur. Bara upphæddin á 1,8 mill. kr., sum grunnurin fær nú, munar ógvuliga væl. Skipað kundi verið fyri, at í øllum førum ein rithøvundur fekk starvsløn í komandi ári, so fáa vit at síggja, hvat tað fer at kasta av sær.
Barnamentan verður stuðlað meir og meir í øðrum londum. Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum gevur meginpartin av barnabókunum á føroyskum út, fær 1 mill. kr. um árið. Fær deildin størri játtan soleiðis at fleiri upprunaføroyskar bøkur kunnu koma út?
? Tað er rætt, at vit eiga at gera meir við barnamentanina. Hjá okkum hevur tað ógvuliga stóran týdning at fáa nakað gott og føroyskt út til børnini, tí tey verða fóðrað við so nógvum útlendskum tilfari. Árinið av tí er ikki bara gott. Vit eiga at gera íløgur til tað sum er føroyskt og sum kann taka kappingina upp við tað fremmanda.
? Í nýggju sjónvarpslóggávuni verður sagt, at miðað skal verða eftir, at í minsta lagi 30% er føroyskt tilfar. Tað tekur sína tíð at fáa alt í gongd, men boðini eru givin av einum samdum løgtingi og tí er bara hjá sjónvarpinum at fylgja tí.
Eigur til dømis Sjónvarp Føroya at vera á fíggjarlógini?
? Eg havi altíð hildið, at landið eigur at rinda ein part á fíggjarlógini, tí so kann løgtingið og landsstýrið krevja, at tiltøk skulu gerast. Tá ið stovnurin er farin av fíggjarlógini, kennir hann seg leysari. Men eg trúgvi ikki, at sjónvarpið kemur á fíggjarlógina aftur, tá ið tað fyrst er farið av.
Nógvar tilráðingar eru í mentunarálitinum til tiltøk, ið eiga at verða framd sum skjótast. Hvørjar viðmerkingar hevur tú til hesi við-ur-skifti?
? Eg tori ikki at nevna nakað ítøkiligt, sum eigur at verða gjørt. Tað er næstan ábyrgdarleyst, at støðan er so ring nógva staðni. Vit hava skyldu til tað, men hjá mær er trupulleikin at fáa fígging til vega.
Samanlagt fær mentanin 50 mill. krónur á fíggjarlógini um árið, harav 10 mill. kr. fara til skapandi listina. Hvussu fara hesi tølini at síggja út á komandi fíggjarlóg?
? Tað er ringt at svara uppá hatta í løtuni. Tað skortar ikki uppá viljan, men uppá pengar. Vit eiga at fáa kommunurnar meiri uppí at stuðla mentunarlig tiltøk. Til dømis er Tórshavnar býráð við til at stuðla sjónleikinum í Havn. Í summum bygdum verður einki latið til mentunarlig tiltøk. Bygdirnar eiga at stuðla mentunarlívinum.
Er tað ikki at skjóta ábyrgdina frá sær?
? Tað er tað als ikki. Stuðla kommunurnar fáa tær eisini størri áhuga fyri mentanini og tí sum hendir í teirra nærumhvørvi. Á tann hátt kemur gongd á mentunarlívið úti um landið aftur, soleiðis at alt ikki verður miðsavnað í Havn. Tí fari eg at heita á kommunurnar um at vera við at stuðla mentanini, soleiðis at mentunarlívið eisini blómar uttanfyri Havnina.
? Norðurlandahúsið ger eitt gott arbeiði, men persónliga meti eg, at tað eigur at koma meir út um landið við tiltøkunum enn tað ger. So kemur tað øllum borgarunum til góðar.
Sjálvstýri kastar av sær
Føroyska samfelagið má verða bíligari at reka, skulu vit vera danska blokkin fyri uttan, sum samgonguskjalið leggur upp til. Hvussu hongur tað saman við, at fleiri útreiðslupostar fáa størri játtan?
? Ætlanin er at avvikla heildarveitingina yvir nøkur ár. Sum er rinda vit 435 mill. krónur í rentum til danir. Tí skulu vit strika rentuna og minka um blokkstuðulin, soleiðis at hann kemur niður á 500 mill. kr. So skal restin minkast niður í einki eftir til dømis 10 árum, tað vil siga 50 mill. kr. minni um árið. Vit skulu í gongd við at menna vinnulívið í Føroyum, og vit síggja aðra staðni, at tá ið lond taka við fullum sjálvstýri blómar vinnulívið og tað kastar meiri pengar av sær. Taka vit fiskivinnuna í Føroyum sum dømi sóu vit, at hon fekk hálva milliard í studningi bestu árini í áttatiárunum. Meiri fiskað varð, størri varð studningurin. Í dag er nærum eingin studningur og nú gongur vinnan. Tí rurar studningur okkum í blund og avlagar alt.
Hvør verður tann størsta avbjóðingin hjá tær komandi fýra árini?
? Tað verður at fáa fólkaskúlalógina at virka væl, soleiðis at næmingarnir fáa enn meir burtur úr. Tað kemur samfelagnum til góðar. Ein íløga í uppaling og lærdóm er tann besta íløgan man kann gera, um hon verður rætt brúkt. Ein íløga í børnini og harvið framtíðina. Samstundis er tað av týdningi at vit fáa eina nýggja læraraskúlalóg, tí tað hevur ómetaliga stóran týdning, at vit hava góðar og dugnaligar lærarar, tí teir vera fyrimyndin hjá børnunum. Tí er Læraraskúlin ein tann týdningarmesti skúlin í landinum, sigur Signar á Brúnni, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum at enda í viðtali.
Myndatekstur: Signar á Brúnni, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum. Mynd Jens Kr. Vang.