John Johannessen
? Heilt greið prógv eru fyri, at Signar á Brúnni hevur brotið landsins lógir, sum hann sjálvur umsitur. Tí má hann fara frá í stundini, skal Føroya fólk hava álit á rættartrygdini í landinum.
Hetta eru greiðu boðini frá Bjørn á Heygum, advokati, ið sjálvur hevur verið við til at gjørt stýrisskipanarlóg landsins.
Bjørn á Heygum sigur seg hava lisið frágreiðingina hjá løgtingsgrannskoðarunum gjølla, og er hann ikki í iva um niðurstøðuna.
Frágreiðingin staðfestir eftir hansara tykki heilt greitt, at Signar á Brúnni ikki spurdi seg fyri hjá løgtinginum og gjørdi beint móti ráðum frá løgtingsins fíggjarnevnd, tá hann játtaði sjónvarpinum pening uttan um fíggjarlógina tann 23. juni 1999.
Fýra møguleikar
Bjørn á Heygum sigur, at landsstýrismaðurin við hesum atburði háar lógirnar fyri sítt egna land. Og háðanin gerst upp aftur størri, tá talan er um ein landsstýrismann, ið sjálvur skal umsita landsins lógir.
? Tað, sum vit í veruleikanum tosa um, er at maðurin, ið skal umsita lógirnar, er tann fyrsti at bróta tær, vísir advokaturin á.
Somuleiðis vísir Bjørn á Heygum á, at einki land í heiminum kann liva við, at ein ráðharri brýtur landsins grunleggjandi lógir, eins og Signar hevur gjørt. Tí má maðurin kenna sína vitjunartíð og fara frá í stundini, skal rættartrygdin tryggjast.
Men fer Signar á Brúnni ikki frá av sínum eintingum, eru sambært advokatinum tríggir aðrir møguleikar at taka til.
Tann fyrsti av hesum møguleikunum er, at Tjóðveldisflokkurin, har landsstýrismaðurin er limur, tekur stig til at fáa mannin frá. Hetta heldur Bjørn á Heygum, at flokkurin má gera, skal hann varðveita tað álit, fólk hava á honum.
Tekur Tjóðveldisflokkurin ikki stig til at fáa Signar á Brúnni frá sum landsstýrismann, má løgmaður seta landsstýrismannin frá.
Men tekur løgmaður heldur einki neyðug stig, heldur advokaturin, at løgtingið má taka um endan og leggja misálit á landsstýrismannin.
Eingin ivi
Meðan hendan samgongan hevur sitið, er tað fleiri ferðir hent, at ivi hevur tikið seg upp, um landsstýrisfólk hava brotið lógina. Seinast var tá Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, segði sjúkrahúsleiðaranum, Jákupi Mørkøre, úr starvi.
Men Bjørn á Heygum vísir á, at øll hesi dømi hava verið ivamál. Tað heldur hann ikki vera galdandi nú.
? Hjá Signari á Brúnni er einki ivamál. Frágreiðingin hjá landsgrannskoðaranum vísir heilt greitt, at landsstýrismaðurin hevur forbrotið seg, staðfestir advokaturin.
Tað hevur ikki eydnast Sosialinum at fáa viðmerkingar frá Tjóðveldisflokkinum um málið. Men Høgni Hoydal, sum hevur verið uttanlands og tískil ikki havt stundir at sett seg inn í frágreiðingina, vissar um, at málið fer at verða viðgjørt.