Signar reinsaður

ALLAR orsøkir eru til at ynskja Signar á Brúnni tillukku við kanningarúrslitinum. Signar er fullkomiliga reinsaður og sama er at siga um hansara embætismenn, ið saman við Signari gjørdu tað einasta rætta í eini sera torførari støðu undir stórum trýsti. Málið er pínligt fyri nógvar partar av politisku skipanini. Tað er fyri tað fyrsta pínligt fyri landsgrannskoðaran og løgtingsgrannskoðararnar, sum í teirra frágreiðing góvu løgtinginum ivasamar upplýsingar um sjónvarpsmálið.

EISINI Fíggjarnevndin hevur ein trupulleika. Tað tykist nú vera púra greitt, at nevndin hevði skyldu til at játta landsstýrismanninum pening til lønir o.a hjá Sjónvarpi Føroya. Men nevndin vísti málin-um frá sær og sýndi harvið stórt ábyrgdarloysi. Málið er eisini pínligt fyri løgmann, ið lovaði Signari eina óhefta kanning, um Signar fór út á ?síðulinjuna? soleingi kanningin vardi. Tá Signar fór frá í áliti til, at løgmaður fór at halda sítt lyfti, sveik hann Signar.


MEST av øllum er málið pínligt fyri Tjóðveldisflokkin. Maktstríð er í øllum flokkum, men ljótari maktstríð enn hetta, er neyvan áður sæð í føroyskum politikki. Sjónvarpsmálið varð misbrúkt í innanhýsis valdsstríðnum í Tjóðveldisflokkinum frá fyrsta degi. Almenningurin var vitni til ein margháttligan leik. Atfinningarnar regnaðu niður yvir Signar á Brúnni, ikki frá politiskum mótstøðumonnum men frá parti av hansara egna flokki. Signar royndi til fánýtis at bedýra, at hann var ósekur. Orðini hjá sambandsmanninum Bjørn á Heygum vigaðu tyngri í Tjóðveldisflokkinum enn orðið hjá tí trúgva tjóðveldismanninum Signari. Hetta undraði mangan mann. Í dag byrja vit at skilja alt hetta spælið.


SJÓNVARPSMÁLIÐ kom sum ein gáva úr erva til tey, sum høvdu sett sær fyri at taka alt vald í Tjóðveldisflokkinum. Nýggi floksleiðarin gekk á odda at sáa iva um leiklutin hjá parta-manninum Signari á Brúnni. Honum á baki kom Tórbjørn Jacobsen, sum á forsíðuni í Dimmalætting nýtti óvanliga niðursetandi orð um Signar. Hetta spæl eydnaðist, og Signar var av sínum egnu tvungin út á ?síðulinjuna? við einum lyfti um at koma inn aftur í hitan, um kanningin reinsaði hann. Men Signar fekk ikki sína kanning frá løgmanni og høvdu nakrir tingmenn ikki tikið seg saman og víst ábyrgd og tryggjað Signari kanningina, stóð Signar á Brúnni í dag sum ein æruleysur maður. Sostatt fekk Signar takka verið einum ábyrgdarfullum løgtingi sína kanning og hann varð reinsaður. Hetta eiga øll at fegnast um. Eftir stendur tann stóri spurningurin, hví tað hevði so stóran skund at seta annan mann í Signarsa stað, meðan kanningin fór fram.


NIÐURSTØÐAN av hesum máli er, at Sjónvarpsgølan er gingin út yvir trúvirðið hjá stórum pørtum av politisku skipanini. Málið avdúkar eisini, at nýggja leiðslan í Tjóðveldisflokkinum hevur eina heilt serstaka fatan av rættartrygd. So kunnu vit spyrja: verður hetta rættartrygdin í fullveldinum?cute;vanligur í summar.


Dalurin opin

Komin í Skarðið liggur Gásadalur opin fyri okkum. Vit sessast, og ryggsekkirnir verða latnir upp. Fólk hava eitthvørt við sær til túrin, og ferðaleiðarin býður kaffi og matpakkar, hann hevur við av hotellinum. Norðmenninir eru framvegis ikki komnir, og hildið verður, at teir fara als ikki at møta upp. Soleiðis varð eisini.

Tvey fólk komu aftan á okkum. Tað vísti seg at vera týskarar, sum tó ikki fóru niður í dalin, men vendu í Skarðinum, sum so mong gera.

Tað verður prátað, og myndir skulu jú eisini takast. So tað gongur ein løta, áðrenn farið verður oman.

Niðri við portrið situr ein einsamallur maður, sum heilsar: »Guten Tag«. Enn ein týskur ferðamaður.

Hesin fryntligi maðurin, sum man vera einastaðni miðskeiðis í fimitárunum til aldurs, hevur hug at práta. Og meðan restin av ferðalagnum fer oman á lendingina, sita vit báðir, blaðmaðurin og týskarin, eftir.

Hann greiðir frá, at hann er úr Hannover og er ferðandi blaðmaður, sum skrivar ferðafrásagnir til eitt týskt læknablað. Hann sigur, at einir tríggir fjórðingar av blaðnum eru ferðafrásagnir, meðan restin hevur okkurt við læknavísund at gera. Fólki dámar betur at lesa um ferðing, sigur hann.

Hann hevur verið í Føroyum fyri einum sjey árum síðan, og honum dámdi so væl, at nú er hann komin aftur. Ikki hetta við at bíða tveir dagar, meðan Norrøna er í Bergen. Nei, hann vildi vitja landið. Og tað hevur hann gjørt, sigur hann. Og eisini hann fegnast um tann vælsignaða friðin, her er. Her í Gásadali. Og ikki minni í Mykinesi, har hann júst hevði verið nakrar dagar.

Og so kemur spurningurin: »Verður nøkur grind í Vágum í dag?«

Eg havi fingið spurningin fyrr og noyðist enn einaferð at greiða frá, at tað veit eingin. Og so fellur tosið sjálvandi á umhvørvisfelagsskapirnar, hann eisini hevur hoyrt um.

Hann spyr, hvussu tað ber til, at tað í ár bara eru dripnir 10.000 hvalir í Føroyum, tá tað vanliga plaga at verða dripnir 15.000. Eg ógvist og spyrji, hvaðani hann hevur hasi tølini.

-Jú, soleiðis hevur hann frætt.

Aftur gerst neyðugt at greiða einum útlendingi frá, at tað er beinleiðis lygn, sum mangastaðni verður geitt frá um føroyskt grindadráp. Men hesi fremmandafólkini vita ikki betur. So hann fær eina longri frágreiðing um hagtøl síðan miðøldina, vísindaliga kanningar av grindini og so framvegis.

Enn eitt dømi um, hvussu neyðugt tað er hjá føroyingum at kunna um føroysk viðurskifti úti í heimi.


Lundar og íbygdur steinur

Lundin er nógvur í ár, og eisini í bakkanum í Gásadali er væl til. Teir verða avmyndaðir í ymsum støðum. Og Høgni heldur, at stuttligt hevði verið hjá børnuum í ferðalagnum at sæð ein livandi lunda tætt hjá og kanska sloppið at hildið á honum.

Vit fara tveireinir niður í bakkan, og Høgni stingur hondina í eina holu. Jú lundin er inni, og Høgni kemur út aftur við honum. Og pisuni.

Tað var stuttligt hjá børnunum at síggja, og pisan varð eisini dúgliga avmyndað, áðrenn hon var løgd aftur í holuna, og vit fóru niðan í bygdina at hyggja okkum um.

Vitjað varð í skúlanum, har fólk nýttu høvið at skriva í gestabókina. Eisini varð hugt at Gráasteini, og vit fingu sagda søguna um, hvussu hann endaði sum hornasteinur í einum húsum í Gásadali.

Gráisteinur var íbygdur, sum ikki var so óvanligt í Føroyum fyrr. Maður ætlaði at byggja og vildi sprongja steinin, sum var í vegin. Hann var eisini byrjaður at bora, og farvegurin eftir tí sæst enn.

Men grannin setti seg ímóti hesi óbótagerð. Hann legði seg oman á steinin og segði, at skuldi steinurin sprongjast, skuldi hann við í luftina. Tí hann vildi nógv heldur bráðdoyggja, enn spakuliga at verða píndur til deyða av teimum heimleysu fornisku. Steinurin varð standandi.


Gongurtúrur, har roknast skal við at seta dagin av.

Meðal strævin túrur. Gingið verður um fjøll. Gott er at vera væl ílatin um beinini.

Eini tvey hjartasuff eru:

Eggin í Gásadalsbrekkuni eigur at verða hegnað, soleiðis at eingin vandi yvirhøvur er fyri, at fólk ganga seg útav.

Gøtan av Skarðinum oman til Gásadals eigur at verða ruddað fyri smágrót, sum annars ger túrin strævnari enn neyðugt.

Fototól eigur at vera við, og ein kikari er óføra góður at hava.

Farið altíð við ferðaleiðara. Tað loysir seg væl.

Túrurin kosta 185,- krónur, og matpakki fæst, um ein ynskir tað, fyri 70,- krónur.

Atlantsflog hevur eisini túrin við í ferðaseðlapakka, um tað verður ynskt. Í pakkanum hjá Atlantsflog er matpakkin íroknaður.


Tilmelding:

Kunningarstovan

Miðvági:

Tlf. 33 34 55

Ella hjá Atlantsflog:

Tlf. 33 37 00


Hvat hendir í Føroyum? www.kunning.fo