Signheðin Olsen, Tvøroyri 65 ár

Sunnudagin 21.september fyllir ein vælkendur vágbingur, Signheðin Olsen, 65 ár.

Eg sigi vágbingur, tí sjálvt um Signheðin hevur búð á Tvøroyri í mong ár, so hevur hann traðkað sínar barnaskógvar, er uppvaksin og liva síni fystu mandómsár í Toftalíð í Vági, har foreldur hansara settu búgv. Mamman, Elisabeth, var ættað úr Tjørnuvík og faðirin, Niclas Olsen, vanliga nevndur Niclas í Skorti, var ættaður av Marknoyri í Vági. Elisabeth og Niclas áttu 2 børn, Gudbjørg og Signheðin. Signheðin giftist við Eyðnu av Tvøroyri. Tey fingu 2 børn, Anniku og Mikkjal. Og abbabørnini hjá Signheðini eru 3 í tali. Signheðin og eg eru javnaldrar, og vuksu vit báðir upp í Toftalíð í friðarligum og hjartagóðum umhvørvi. Toftalíð var tann nýggjari parturin av Vági, ið liggur uttanfyri gamla bøgarðin, og tá ið vit vóru óvitar, vóru tað mest ung fólk ið høvdu búsett seg í Toftalíð, og tí vóru eisini nógvir óvitar har á okkara aldri. Ikki gekk altíð friðarliga fyri seg innandura hjá teimum ymisku foreldrunum, tí serliga dreingjabørn geva nógvan larm frá sær, men tey eldru vóru barnavinarlig og toldu altíð okkum dreingjabørn, og var hetta eisini galdandi fyri Elisabeth og Niclas eins og øll hini foreldrini. Elisabeth var serliga góð við meg, og Niclas dugdi væl at skapa sær við teimum yngru, eisini hann var góður við børn. Jú, okur, ið tá vuksu upp í Toftalíð, hava nógv at takka teimum eldru fyri. Flest øll teirra hvíla undir grønutorvu, og friður veri við minnunum um tey.
Signheðin, nú eru vit báðir farnir at eldast, men enn sæst ikki høgg á føti á tær. Man skuldi trú, at tað var ein unglingi uppá fjøruti, tá ið man sær teg spelkin og fattur fara eftir vegnum, og stinnur ert tú, 65 ára gamal, liggur alt árið til sjós, fyri tað nógva úti á Føroya banka og annars vesturi í havi og draga gørn. Tað eru ikki allir, ið gera tær hetta eftir. Tú ert ein av føroya rasku synum, tí tað er bert tað, ið úr sjónum kemur, ið landið livir av, og enn balist tú har úti fyri at byggja land.
Signheðin hevur verið sjómaður, frá tí hann fekk prestsins hond á høvðið, tá ið pápin tók hann við sær til útróðrar við "Orminum". Pápin var útróðrarformaður í nógv ár, so har fekk Signheðin sín fyrsta lærdóm um sjógvin.
Fyrsta skipið, ið Signheðin fór við var "Johanna". Tað var í 1953 teir fóru til Íslands við Jóan Jakki í Leirvík sum skipara. Signheðin var nógv ár við Páll Horn sum skipara, fyrst við "Sct. Jack" og síðan við "Òla Horn", tá ið hann kom í 1960. Hetta var eitt tað størsta umskifti, ið Signheðinsa sjómanslívi, at skifta frá dangunum til ein spildurnýggjan línubát. Signheðin hevur verið við nógvum fiskiskipum, bæði føroyskum og norskum. Hann var lastamaður við "Hans Erik" úr Klakksvík í 10 ár. Íalt 18 túrar við Fl. Cap, og ongantíð vóru teir á minstuløn.
Signheðin, tú vart eisini ein av slóbrótarunum, saman við Petur Ludvík av Tvøroyri, at byrja við gørnum eftir havtasku við Føroyar.
Mangan lá tær vátt undir føti, og skal eg nema við onkra hending, ið tær hevur verið fyri.
I 1959 var Signheðin við 30 tonsaranum "Víkingi" av Ólavsvík, tá ið teir fingu ein sjógv og báturin sprakk lekk. Tá var ikki gamansleikur, og tað stóð um lív hjá manningini. Teir mundu gingið burtur.
Tað var eisini í 1959 við sama báti, at teir vóru úti í einum øðrum ódnarveðri og hvussu ringur standurin enn var hjá teimum, máttu teir koma einum øðrum 30 tonsara, ?Fróða" til hjálpar, sum var við at søkka. Seinni kom so trolarin ?Juni" til hjálpar og loysti teir á "Víkingi" av. "Juni" fór so eftir bjargingina beinleiðis á Akranes og so til New Foundlands og gekk burtur har við mann og mús í sama ódnarveðrinum, sum ?Hans Hedtoft" gekk burtur í. Føroyingar vóru eingir við ?Juni", tá ið hann gekk burtur, men tað vóru nógvir, sum komu yvir til Íslands fyri at fara við, har í millum fleiri tvøramenn, men teir blivu ov seinir, og ?Juni" sigldu bara undan teimum, menninir komu so at gista á sjómansheiminum.
Í 1973 var Signheðin við norska garnaskipinum "Vartal" í Grønlandi.
Teir vóru á Fyllabank og eldur kom í skipið, og farið varð í gummibátarnar. Tveir vóru gummibátarnir, og 6 mans fóru í annan og 13 mans í hin. Teir rókust á havinum í 19 tímar, til ein týskur trolari tók teir upp. Ódnarveður var og bátarnir hingu saman at byrja við, men so kundu teir ikki meira, tí teir vóru bangnir fyri, at illveður kom at forkoma teimum. Tað vóru 7 føroyingar við "Vartal" hendan túrin. Ein vágbingur Anfinn Olsen var í øðrum gummibátinum, og hinir 6 vóru í gummibátinum við 13 monnum. Teir vóru Terji Hammer av Tvøroyri, Johs. Lindenskov úr Vági, teir 3 brøðurnir Leif -, Jógvan- og Fritjof Joensen, allir úr Vági og Signheðin Olsen úr Vági. Veðrið var ringt, og náttin var ring at koma ígjøgnum. Signheðin tonkti, at hevði pabba vita, so hevði hann havt biðið fyri okkum. Men hjá teimum gekk alt væl, og sum sagt, ein týskur trolari tók teir upp, men 3 mans, 3 normenn fórust við "Vartal" hendan túrin, teir brendu allir inni umborð. Eldurin var so umfatandi, at "Vartal", sum varð sleipaður inn í ein Grønlendskan fjørð brendi í 3 døgn, áðrenn menn bastu eldinum. Mangan, tá ið so er, er ikki altíð gott hjá teimum, sum heima eru. Eingi boð kundu sendast heim, um at allir føroyingarnir vóru bjargaðir, tí familjan hjá normonnunum, sum deyðir vóru, skuldi fyrst fráboðast, men útvarpið bar tíðindi um, at 3 mans vóru deyðir við ?Vartal", so øll avvarandi vóru sjelkað. Eg skal nevna, sum eitt kuriosum, at Niclas, faðir Signheðan, var róligur og royndi at sissa øll. Hann hevði droymt tilbuðin um náttina og segði, at Signheðin var á lívi, tað var hann vísur í. Millum okkum í Toftalíð og millum manna yvirhøvður vistu vit, at Niclas var ein maður, sum visti meir enn onnur. Hetta var ikki einasta ?tildragilsi" frá Niclasi.
Tað er ikki lítið, ein sjómaður sum Signheðin veit at siga frá, sum hevur balst á havinum í meir enn 50 ár. Stuttligt er at hoyra hann greiða frá, og serliga væl minnist hann aftur.
Vitjar Signheðin suður um Hovseggina, so hyggur hann altíð inn á gólvið hjá okkum. Sigast má, at vit báðir hava altíð verið nær knýttir hvør at øðrum, og takk skalt tú hava frá mær, fyri,at tú altíð hevur verið trúfastur, tí mangan hevur leika hart á á teimum ymisku vígvøllunum, men eg visti altíð, hvar eg átti ein hollan vin.
Í dag ert tú missiónshúsinum á Tvøroyri ein góður stuðul, og hevði tað frøtt foreldur tíni, um tey vistu, at tað var gingist tær á hendan hátt, serliga pápa tínum, sum var ein av leiðandi monnunum innan missiónshúsið í Vági.
Í dag ert tú giftur við Monsu, ættað úr Hvalba, og takki eg tær og Monsu fyri hugnaligar løtur í heimi tykkara á Tvøroyri.
Føðingardagin leitar tú tær norðureftir, norður ímóti Tjørnuvík, til har, ið rótin rann. Við allari familjuni heldur tú dagin á Hotel Eiði, og fari eg her frá Marnu og mær at ynskja tær hjartaliga til lukku við 65 ára degnum, og má Harrin signa tykkum og geva tær nógv góð ár enn saman við tínum.

Jákup Olsen