Sigrar til Elias og Hákun í bundesliguni

Tað eydnaðist bæði Füchse Berlin og THW Kiel at vinna sínar dystir á útivølli

Tað gjørdist ein góður dagur hjá báðum føroysku landsliðsleikarunum í týsku bundesliguni í dag.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu á útivølli 29-25 á Bergischer. Í steðginum var Kiel á odda 16-12.

 

Elias skoraði trý mál upp á fimm málroyndir.

 

Kiel er nummar fýra í bundesliguni við 28 stigum. Kiel hevur átta stig upp til Magdeburg og Füchse Berlin, ið hava 36 stig hvør í oddinum.

 

Hákun West av Teigum skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir, tá hann og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu 32-30 á Hamburg á útivølli. Í steðginum vóru Hákun og liðfelagarnir á odda 19-15.

 

Füchse Berlin og Magdeburg hava 36 stig í oddinum. Liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg Handewitt, ið vann í dag 32-25 (17-9) á Erlangen á heimavølli er nummar trý við 30 stigum. Nummar fýra er Kiel við 28 stigum, og nummar fimm er Melsungen við 27 stigum. 

 

Týskvøldið spælir Füchse Berlin dyst á útivølli í millumumfarinum í EHF European League móti CSM Constanta úr Rumenia.

 

Mikukvøldið spælir Kiel dyst á útivølli í bólki A í Champions League móti pólska liðnum, Kielce.