Sigri granskar í framsøgufrælsi og haturstalu

Granskingarráðið stuðlar ph.d. verkætlanini við 1,1 millión krónur

Sigri M. Gaïni fór í farna mánaði undir ph.d.-lestur á Søgu- og samfelagsdeildini, har hon skal granska í framsøgufrælsi og haturstalu úr einum filosofiskum og praktiskt-etiskum sjónarmiði. Tað upplýsir Fróðskaparsetrið á heimasíðu síni.


- Hetta merkir, at tað fyrst og fremst verður hugt at ymiskum próvførslum úr einum yvirskipaðum, prinsipiellum støði. Serligt fokus verður á §266b í revsilógini og kannað verður m.a., um argumentini fyri ella ímóti at varðveita greinina eru mest haldbar. Grein §266b hevur verið nógv umrødd seinastu árini, bæði her heima, men eisini í londunum rundan um okkum, skrivar setur.fo um verkætlanina og leggur afturat. 

- Atfinningarsomu røddirnar vilja vera við, at greinin er ein hóttan ímóti framsøgufrælsinum – og harvið fólkaræðinum – aðrar, beint øvugt, at greinin nettupp er neyðug til tess at verja fólkaræðið. Hetta og onnur viðurskifti, ið snúgva seg um, hvar markið millum framsøgufrælsi og avmarkingar á framsøgufrælsinum eigur at ganga, fer Sigri at viðgera komandi 3 árini.


Granskingarráðið hevur stuðlað verkætlanini við 1,1 millión krónur og er Sigri M. Gaïni innskrivað til ph.d.-lestur á Fróðskaparsetrinum og á Roskilde Universitet.