Sigrid sett sum varaleiðari á Lítlafløtti

Sigrid á Kinn Olsen tók í 2006 námsfrøðiligt prógv á Føroya Læraraskúla og hevur síðani verið í starvi á Lítlafløtti.

Seinastu árini er fólkatalið í Sjóvar kommunu vaksið munandi og harvið eisini tørvurin á barnaansing. Lítlifløttur, sum læt upp í 2006, er útbygdur fleiri ferðir, men lítið er gjørt við at økja um umsitingarliga partin. 

 

Dagstovnaleiðarin hevur fingið eina hjálpandi hond frá varaleiðaranum í átta tímar um vikuna, men ásannandi, at hetta er alt ov lítið, hevur kommunustýrið nú sett Sigrid á Kinn Olsen í starv sum varaleiðari á stovninum í 30 tímar um vikuna.

 

Sigrid tók í 2006 námsfrøðiligt prógv á Føroya Læraraskúla og hevur síðani verið í starvi á Lítlafløtti. Seinastu árini eisini sum varaleiðari í átta tímar um vikuna, men er nú sett sum varaleiðari burturav. Hon byrjar í starivinum 15. aug.

 

Tað vita tey í Sjóvar kommunu at siga.