Sigrun fer av Fólkatingi í Íverksetarahúsið

Íverksetarahúsið í Klaksvík hevur sett Sigrun Jónsveinsdóttir sum nýggjan verkætlanarleiðara.

 

Hon hevur útbúgving sum Cand. soc.MSc. Management of Creative Business Processes. Eisini eru hon útbúgvin Marknaðarførsluøkonom.

 

Sigrun Jónsveinsdóttir kemur úr einum starvi sum skrivstovuleiðari hjá Tjóveldi á Fólkatingi og áðrenn tað samskipari á kunningarstovuni í Runavík. Eisini hevur hon drúgvar royndir innan marknaðarførslu.

 

Hon fær ábyrgd av fleiri verkætlanum, sum Íverksetarahúsið hevur, eins og fleiri nýggjum verkætlanum, sum eru í umbúna. Haraftrat fer hon at ráðgeva íverksetarum.

 

Sigrun byrjar í starvinum 1. august 2018.