10. mars byrjar kappingin aftur í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Fyrsti kappingardysturin hjá Hørði H. Askham og liðfeløgunum í AB verður á útivølli móti Esbjerg.
Í dag hevði AB seinastu aðalroyndina, tá teir á heimavølli tóku móti Olympic, ið spælir í triðbestu svensku fótbóltsdeildini.
Tað eydnaðist AB at vinna dystin 1-0. Tim Freriks skoraði sigursmálið fyri AB tíðliga í seinna hálvleiki.
Hørður var við frá dystarbyrjan í dag.
Í farna mánað tapti AB 1-2 fyri svenska liðnum, Trelleborg, og teir leiktu javnt móti FA 2000, ið eins og AB spælir í triðbestu donsku deildini. Tí kom tað væl við at fáa ein sigur í dag.