Nú er kapitli í hugnaliga heiminum á Dalavegnum ella Dalatúni, sum tað nú eitur, liðugt. Tinna, konan, sum var ættað av Toftum, doyði í 1994, og húsini, sum tey lótu byggja nakað eftir kríggið, eru farin á aðrar hendur. Húsini vóru karmur um Guds óttandi og gestablítt heim, har Tinna var miðdepulin og altíð inni, og har skyldfólk og vinfólk hjá teimum eldru og yngru komu og fóru. Sigurd vísti øllum teimum vitjandi áhugað, og á sín serstaka hátt var hann skemtingarsamur, spældi við orð og vendingar og var so ógvuliga beinrakin.
Tinna og Sigurd fingu fýra børn: Gunnvør, Øssur, Rúna og Erla. Tær búgva allar í høvuðsstaðnum, og Øssur býr í Keypmannahavn.
Sigurd var sonur Mariu, sum var ættað úr Havnini og varð nevnd Maria hjá Konradi og var lærarinna, og Jóhannes Joensen, sum var ættaður av Selatrað og vaks upp á Trøllanesi og varð nevndur Jóhannes á Nesi. Tey fingu trý børn, sum øll bygdu við Dalavegin í Havn: Conrad, Sigurd og Jóna.
Sum heilt ungur fór Sigurd á skrivstovuni hjá Kjølbro. Hetta var seinnapartin av tjúgunum og fyrst í tredivunum, tá virkið hjá J. F. Kjølbro vaks við nógvari ferð.
Eftir at Sigurd var fluttur til Havnar, var hann í Sjóvinnubankanum, sum sá dagsins ljós í 1932. Eftir kríggið fór Esmar Fuglø at selja olju, og Sigurd var frá tí fyrsta við í Føroysk Oljusøla, sum felagið hjá Esmari nevndist. Í endurminningum sínum sigur Esmar, at hann helt sjálvur fram at sigla, og at Sigurd tók sær av Føroysk Oljusøla frá byrjan av og gjørdi tað til lítar, og at nógv hvíldi á Sigurdi, sum var bókhaldari og var einsamallur heima og fekk alt at ganga.
Tá ið Esmar seldi sítt felag til Esso og gjørdist stjóri har, fór eisini Sigurd í tænastu hjá Esso, og har var hann, inntil hann varð pensioneraður.
Sigurd Berghamar hevði stóran áhuga fyri og kunnleika í føroyska málinum. Áhugan fyri málinum mundi hann hava fingið frá mammuni, sum segðist hava gott tak á føroyska málinum. Máloyrað og áhugin saman við hjartalagi og trúfesti hansara fyri orði Guds og virkseminum í brøðrasamkomunum hevði við sær, at tað rann saman millum Sigurd og Victor Danielsen, sum arbeiddi við bíbliuumseting og útgávu og við at umseta og yrkja sangir og at geva teir út.
Í 1985 gav Hin Føroyski Bíbliugrunnurin út Bíbliuorðabókina, sum Sigurd Berghamar hevði skrivað. Hana fekk hann M. A. Jacobsens virðisløn fyri.
Í formælinum til Bíbliuorðabókina greiðir høvundin soleiðis frá: "Øll míni barnaár og nakað upp í árini hoyrdi eg orð Guds kunngjørt á móðurmálinum, meðan tað, sum lisið varð upp, var á donskum ella norskum, tí føroysk bíblia var eingin.
Tá ið Victor Danielsen hevði umsett Nýggja Testamenti til føroyskt ? tað kom út í 1937 ? kom eg eitt sindur uppí við rættlestri o.ø. Í 1949 kom hin fyrsta føroyska bíblian, og vóru vit tá nakrir við at rættlesa og saman við Victor at fylgja við prentingini. Somuleiðis var eg við til arbeiðið við ta endurskoðaðu bíbliuútgávuna, sum kom út í 1975. ? Hin bíbliuumsetingin (J. Dahl o.a.) kom út í 1961.
Mær gjørdist greitt, at vit áttu at fáa føroyska bíbliuorðabók, og vón mín var, at onkur fór undir hetta verk. Áðrenn føroysk bíblia kom, lá væl fyri at brúka norska orðabók, og hon verður vanliga brúkt enn. Men sum árini gingu og eitt ættarlið vaks upp við føroyskari bíbliu, gjørdist tørvurin størri at fáa føroyska orðabók. Endin varð, at eg fór at royna sjálvur at fáa hana skrivaða, og úrslitið er so her", segði Sigurd Berghamar í juli í 1985. Og so legði hann afturat ? og hetta lýsir væl hansara lív, hugburð og tráðan ? at "bókin verður nú útgivin við bøn um, at hon kann veita bæði ungum og eldri hjálp til at koma at kenna Heiløgu Skriftirnar betur".
Eftir at Bíbliuorðabókin var útkomin, fór Sigurd miðvíst undir at savna, skipa og skriva søguna hjá brøðrunum, og í 1992 gav hann út " ? men Gud gav vøkst", (heitið sipar til tað, sum Paulis sigur í 1. Kor. 3,6) eina bók, sum snýr seg um William Sloan og fyrstu samkomurnar í Føroyum. Harvið syrgdi Sigurd fyri, at hesin parturin av søguni varð skrivaður fram til gamli Sloan doyði í 1914, ella fýra ár eftir, at Sigurd Berghamar var borin í heim.