Sigurin er søtur og kenslan er tóm

Nú ræður um ikki at fella í fátt, gloyma vónbrotið og taka góðu tingini við til næstu avbjóðingina í Europa

Mynd: Oliver Joensen

Teir eru so royndir og skúlaðir, at teir vilja ikki beinleiðis siga, at teir eru snýttir fyri plássi í næsta umfari í Champions League. Men tað er týðuligt, at teir allir eru vónbrotnir um tepra samantalda tapið ímóti Bodø/Glimt og ikki minst um mátan, sum Bodø/Glimt fekk klóra seg úr tronganum í Klaksvík í kvøld.

 

Mikkjal K. Thomassen var leikbannaður, og á KÍ beinkinum vóru hjálparvenjararnir Sjúrður Jacobsen og Agnar Prestá.

 

-Vit eru stoltir av okkara monnum, sum í einum og øllum vístu tað, sum vit vónaðu og ætlaðu, at teir fóru at gera. Og vit vóru so tætt við at vinna okkum víðari, sum tað ber til. At tað bæði í Bodø og her í Klaksvík var marginalt brotsspark, ið var avgerandi, vísir bara, hvussu tað er at vera lítil ímóti teimum stóru í Europa. Nú kundi eg sagt nógv um dómaran og dømingina á føroyskum og hildið, at tað ikki verður umsett, men tað geri eg ikki. Vit mugu liva við og virða, at tað er dómarin, sum dømir, og spælararnir eiga alt rós uppiborið fyri, at teir ikki fullu í fátt, men reistu seg aftur, skoraðu og inntil síðsta bríksl syrgdu fyri, at tað av álvara var spenningur í, sigur Agnar Prestá í samrøðu við Trónd Arge í FM1.

 

Veteranurin Jesper Brinck átti saman við Heina Vatnsdal og Deni Pavlovic lyklaleiklut í miðverjuni. Eisini hann er vónbrotin, hóast talan man vera um besta úrslit nakrantíð hjá føroyskum liði í europeisku meistarakappingini, tá ið mótstøðuliðið verður havt í huga:

 

-At mótstøðuliðið fær brotsspark bæði á heimavølli og útivølli, og dómurin er heilt marginalur, er merkisvert, men vit kunnu ikki siga, at vit hava mist nakað. Um vit søgdu so, so áttu vit nakað frammanundan, og tað gjørdu vit ikki. Men vit mugu pakka vónbrotið burtur og seta fokus á avbjóðingina í Bosnia Hersegovina í næstu viku. Avrikið í kvøld er gott at hava í viðførinum, sigur Jesper Brinck.

 

KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen vísti seg sum sannan leiðara á vøllinum í kvøld. Hann skoraði tvey mál, og hann bæði gekk undan í spæli og hugburði, og avrikið eigur at vera staðilig undirstriking av, at hann hevur altjóða støði og er sjálvskrivaður á landsliðnum:

 

-Vit iðraðu okkum um, at vit taptu 3-0 á útivølli, og at talan var um mál eftir deyðbóltsstøður og brotsspark. Men síðani vit vóru í Bodø, hava vit undir fyrireikingunum havt turkatrúgv uppá, at tað fór at bera til á heimavølli, og í kvøld vístu vit avrik, sum hevði uppiborið at bera víðari luttøku í meistarakappingini við sær. Serliga tá ið havt verður í huga, at tað aftur í kvøld var brotsspark, ið var avgerandi. Nú flyta vit fokus til næstu avbjóðingina, og avrikið og úrslitið í kvøld vísir, at tað er møguleiki fyri, at vit kunnu liva í Europa nakrar vikur aftrat, sigur KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen.

 

Mynd: Oliver Joensen